Fótbóltur

Víkingur hevur longt við Vukasin Tomic

Sterki serbiski miðverjin hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála.

Formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, saman við Vukasin Tomic eftir at nýggi sáttmálin er undirskrivaður (Mynd: Víkingur)

Formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, saman við Vukasin Tomic eftir at nýggi sáttmálin er undirskrivaður (Mynd: Víkingur)

2019-10-04 08:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið boðaði Vìkingur frá, at felagið er komið ásamt við Vukasin Tomic um at leingja samstarvið.

Serbin kom til felagið í vetur, og hann sá sannførandi út frá byrjan. 32-ára gamli  miðverjin hevur verið støðugur í ár undir liðuni á Atla Gregersen. Hann hevur leikt 28 dystir fyri felagið og skorað tvey mál. 

Nýggi sáttmálin millum Víking og Vukasin er galdandi fyri tey næstu tvey kappingarárini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder