Fótbóltur

Víkingur í sínari áttandu finalu

Annað árið á rað skal liðið úr Eysturkommunu spæla um steyp og evropeiskt pláss. Ari Olsen skoraði sigursmálið móti B36, ið tá leikti í undirtali.

Teir í ljósabláum kundu stórfegnast við Løkin í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Teir í ljósabláum kundu stórfegnast við Løkin í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-28 21:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur er kent sum steypaliðið í Føroyum, og aftur í kvøld spældi felagið seg í finaluna - fyri áttandu ferð í 13-ára longu søgu felagsins.

B36 var mótsstøðuliðið í hálvfinaluni við Løkin, har tað vóru frálík fótbóltslíkindi. Talan var um eina lívliga byrjan, har Jákup Johansen hjá Víkingi hevði størsta møguleikan.

B36 kom á odda eftir tjúgu minuttir. Í samband við langt innkast varð ein B36–ari skumpaður í ryggin, og Alex Mellemgaard umsetti brotsspark til mál. Víkingur svaraði tó næstan beinanvegin aftur. Eftir hornaspark, ta fjórða á rað, datt bólturin út til Jákup, ið smekkaði bóltin í málið av brotsteigarmarkið.

Tað bylgjaði eitt sindur aftur og fram, men tíðliga í 2. hálvleiki broyttust fyritreytirnar. Bólturin kom á armin hjá Símuni Rógva Hansen, ið kom leypandi út, og so var reytt kort til málverjan hjá B36.

Løtuna eftir hendingina var B36 omaná, men so fekk Víkingur tamarhald á bóltinum og støðuni, og miðskeiðis í hálvleikinum fekk Ari Olsen fatur á bóltinum í B36-brotsteignum, og í triðju royndini eydnaðist tað hjá bakkinu at skjóta bóltin í málið til 2-1.

B36 gjørdu sítt fyri at trýsta Viking, og nakrar støður vóru, men teir ljósabláu vóru stinnir í verjustøðu og høvdu eisini sínar møguleikar at økja. Í høvuðsheitinum var Víkingur vandamikið við serliga sínum umstillingum ígjøgnum dystun.

Tað vóru málini hjá strandingunum, ið gjørdu munin fyri liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen, sum um eina viku skal spæla finalu um steyp og evropeiskt pláss móti vinnaranum av NSÍ - HB, sum spæla halvfinalu í Klaksvík í morgin.

Liðið hjá Dan Brimsvík hevur nú feriu.

Hálvfinalur í kappingini um Løgmanssteypið

Leygardagin 28. november í Runavík

Víkingur - B36 2-1 (1-1)
22' Alex Mellemgaard (br.) 0-1
25' Jákup Johansen 1-1
67' Ari Olsen 2-1

Reytt kort: Símun Rógvi Hansen (52')

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder