Fótbóltur

Víkingur í summarferiu sum oddalið

TB veitti Víkingi dygga mótstøðu í Sarpugerði, men teir ljósabláu vístu aftur sína styrki.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-06-29 17:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dystur undan summarsteðginum í Betrideildin varð leiktur fyri lítlari løtu síðani. Hann var í Norðragøtu, har TB vitjaði.

Í gjárkvøldið vann HB stórsigur á AB og nærkaðist harvið ovaru liðunum, harímillum Víkingi sum í dag skuldi royna at trekkja frá aftur. Liðið hjá Sámal Erik Hentze kundi eisini fara trý stig framum NSÍ og KÍ sum eisini høvdu 32 stig undan umfarinum, og sum ikki spæla sínar dystir í 15. umfari fyrrenn eftir summarstegðin orsakað av evropeiskum uppgávu.

Hjá Víkingi var lyklaleikarin Sølvi Vatnhamar ikki tøkur. Arnbjørn Svensson avloysti hann í byrjunaruppstillingini, og nýggi leikarin, Bogi Reinert Petersen, kom inn í hansara stað eftir ein tíma. Hjá TB var Stefan Radosavljevic aftur eftir leikbann. TB vann á KÍ fyri viku síðani, og var eisini væl við í dystunum í dag. Teir í svørtum og hvítum høvdu bóltin nógv og skaptu nakrar góðar málmøguleikar. Tíggju minuttir fyri hálvleik slóu víkingarnir, teimum so likt, til, og tað var Adeshina Lawal, ið kundi seta bóltin í málið. Stutt inn í 2. hálvleik gjørdist støðan 2-0, og so sá veruliga tungt út hjá útiliðnum.

TB svaraði tó aftur, og tjúgu minuttir fyri javnleik minkaði Ivan Ivanovic um munin. Gleðin var tó stokkut hjá tvørmonnim, ið tveir minuttir eftir málið fingu Teitur Olsen, ið spældi sín seinasta dyst fyri TB á hesum sinni, útvístan, og síðani stútaði Gunnar Vatnhamar Víking á odda 3-1. Góðir møguleikar vóru báðar vegir eftir hetta, men tað endaði við tvey máls-sigri til teir í ljósabláum, ið nú hava oddsessin í steðginum.

Víkingur skal ikki út í Evropa í summar. Betrideildin verður eftir ætlan tikin uppaftur 21. juli við dysti millum KÍ og B36 frá 15. umfari - annars byrjar 16. umfar 27. juli og heldur fram ólavsøkudagarnar.

Víkingur - TB (3-1)
35' Adeshina Lawal 1-0
50' Dion Splidt 2-0
71' Ivan Ivanovic 2-1
75' Gunnar Vatnhamar 3-1
Reytt kort: Teitur J. Olsen ('73)

Støðan í Betrideildini: 
1. Víkingur (35 stig) *
2. NSÍ (32 stig) 
3. KÍ (32 stig) 
4. B36 (31 stig) 
5. HB (30 stig) * 
6. Skála (18 stig) * 
7. TB (15 stig) *
8. EB/Streymur (8 stig) *
9. ÍF (5 stig) 
10. AB (4 stig) *

*Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder