Fótbóltur

Víkingur kemur víðari við sigri í Føroyum

1-1 í Lettlandi og brúkiligt útgangsstøði hjá Víkingi. Poul Kallsberg legði føroyska oddaliðið á odda. 2. hálvleikur var ikki eins góður hjá Víkingi.

Poul Kallsberg við sínum fyrsta evropeiska máli (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Poul Kallsberg við sínum fyrsta evropeiska máli (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-11 18:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur var væl meira vandamikið og omaná fyri steðgin í Lettlandi. Liðið var vælskipað og skapti nakrar vandastøður; millum annað hevði Sølvi Vatnhamar eina skotroynd mitt fyri í brotsteignum.

Leiðslumálið kom eftir 20 minuttir. Ari Olsen, sum var eyðsýndur frameftir, fann Poul Kallsberg sum var runnin innum verjuna. Vongurin lyfti hegnisliga bóltin uppum málverjan hjá Liepaja.

Hetta var uppiborið. Einasti stóri málmøguleikin hjá heimaliðnum fyri steðgin kom tá bólturin varð væl spældur innum Víkinga-verjuna, men Bárður á Reynatrøð kom væl út.

2. hálvleikur var ein onnur søga. Hóast onkra fína løtu og nakrar málroyndir og støður, so hevði heimaliðið nú meira at bjóða uppá. Liepaja javnaði tíggju minuttir eftir steðgin og trýsti meira móti endanum. 

Atli Gregersen ruddaði væl burtur í 87. minutti, og í hornasparkinum í støðuni varð stútað væl burtur.

1-1 er brúkiligt útgangsstøði hjá Víkingi, sum nú kemur víðari, um tað eydnast at vinna í Klaksvík hósdagin um eina viku (18/7),

UEFA Europa Conference League 1. umfar - fyrri dystirnir
Í dag, hósdagin 11.07
FK Liepaja - Víkingur 1-1 (0-1)
21' Poul Kallsberg (Ari Olsen) 0-1
55' Marko Simic 1-1

Víkingur (4-2-3-1): Bárður á Reynatrøð - Ari Olsen, Atli Gregersen* (L), Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen - Aron Jarnskor Ellingsgarrd (gult kort), Geza David Turi - Poul Kallsberg, Sølvi Vatnhamar (82' Árni Nóa Atlason*), Olaf Bárðarson (64' Ingi Jonhardsson) - Finnur Justinussen (64' Jørgen Nielsen)

* Atli Gregersen (42 ár) og Árni Nóa Atlason (18 ár) settu í dag heimsmet sum teir feðgarnir, sum hava spælt flest skrásettar dystir saman í vaksnamannafótbólti á høgum stigi.  Sum skilst hava teir tikið tað frá klaksvíkingunum Jákup Mikkelsen og Poul Nolsøe Mikkelsen, sum spældu saman í ÍF (2012-2014)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder