Fótbóltur

Víkingur kom ov seint í gongd

Ósigurin ger, at tað verður ótrúliga trupult hjá Víkingi at spæla seg víðari. Men einki er ómøguligt, og kunnu teir finna stríðsvilja frá fyrst í seinna hálvleiki fram aftur, so ber kanska til at tippa bóltspælið hjá Lincoln.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-08 21:25 Author image
Rói Joensen
placeholder

UEFA Champions League, 1. umfar
Víkingur – Lincoln Red Imp 2-3 (2-3)

Í fyrra hálvleiki møtti Víkingur ikki ordiliga upp til dystin í Champions League, sum var spældur í Klaksvík, móti Lincoln Red Imp úr Gibraltar.

Eitt sindur óvæntað byrjaðu Jørgen Nielsen og Olaf Bárðarson á beinkinum. Men tað hjálpti ikki tað stóra, og avrikið hjá Víkingi avspeglaði í stóran mun trupulleikararnir hjá Víkingi higartil í ár, har teir ofta tykast merkiliga afturhaldandi samanborið við, tað, sum vit vanliga kenna Víking fyri.

Eitt sindur óvæntað fóru gestirnir av Gibraltar langt fram á vøllin frá byrjan. Teir vóru bólttryggjari og eitt sindur kvikari við bóltinum enn Víkingur. Tað gav teimum yvirvág í spæli, og serliga beint framman fyri brotsteigin fingu gestirnar alt ov góðan frið at koma til skot.

Tað var kortini Víkingur, sum hevði fyrstu atsóknirnar móti málinum, tá ið Lincoln í trimum førum mátti bjarga so at siga á strikuni.

Men fyrr hálvleik áttu gestirnir, og eftir eitt hornaspark í 19. minutti, skallaði Bernardo Lopes bóltin í málið við handaru stong.

Málið fekk Víking at ressast eitt sindur, meðan Lincoln trekti seg eitt sindur aftur.

Tað varð eisini til nakrar góðar møguleikar, og millum annað fekk Stefan Radosavljevic ein gyltan møguleika, men skeyt upp um.

Víkingur svaraði tó aftur, tá ið hálvur tími var spældur. Ein fyrrverandi skálaleikari, Ari Olsen, legði inn fyri til ein annan fyrrverandi skálaleikara, Jákup Johansen, sum skallaði bóltin í málið. Linjuverjin veitraði fyri rangstøðu, men eftir VAR-kekk, var málið kortini góðtikið.

Gleðin var stokkut, og Bernardo Lopes skoraði sítt annað mál, tá ið hann var fyrstur á einum bólti, sum var skallaður út frá málinum, og góða skotið fór millum vinir og fíggjandar beint í málið.

Løtu seinni varð enn og verri statt, tá ið víkingarnir enn einaferð vóru ov spakir. Ragnar Skálá endaði við at fella ein leikara hjá Lincoln, og dómarin valdi at døma eitt heldur bíligt brotsspark.

Nú sá einki út hjá Víkingi. Men í yvirtíðini fekk Víkingur eina bjargingarlínu, tá ið Sølvi Vatnhamar skoraði við brotssparkið, tá ið Steffan Radosaljevic varð feldur í brotsteiginum.


Seinni hálvleikur byrjað eisini við, at Lincoln hevði bóltin mest, men víkingarnir vóru nógv meira sum vit plaga at kenna teir, ágangandi, gjørdu fríspørk og fingu eisini okkurt gult kort.

Tað gjørdi, at Víkingur spakuliga kom nógv betri við í spælið, og millum annað vóru nógvir bóltar sendir inn fyri málið.

Um miðjan seinna hálvleik komu Jørgen Nielsen og Aron Jarnskor Ellingsgaard inn fyri Stefan Radosavljevic og Árna Atlason.

Um tað var tað sum hjálpti, er ilt at siga. Men beint eftir innskiftingarnar, fekk Jákup Johansen ein rimmar møguleika næstan inni í málinum, men málverjin megnaði meistarliga at koma fyri.

Olaf Bárðarson kom nú inn fyri Ragnar Skálá, og hann setti nakað av lívið í vinstru síðu við sínum avbjóðandi spælistíli.

Lincoln hevði eisini sína løtu, og serliga nummar 10 hjá teimum Tjay De Barr var eyðsýndur við sínum góða og kvika bóltførleika.

Víkingur helt tó fram at hava yvirvág, men tað hjálpti ikki, at innskifti Olaf Bárðarson tíverri fekk reytt kort fyri eitthvørt, sum hendi, tá ið hann royndi at hjálpa einum mótstøðuleikara upp eftir ein nærdyst. Dómarin sá eitthvørt á VAR-skreminum, sum var sera ilt at fáa eyga á.

Víkingur helt fram at fara eftir javnandi málinum seinastu fimm minuttirnar, og í nøkrum støðum var nokk so nær við, men endin var at Lincoln vann ein uppibornan 3-2 sigur.

Ósigurin ger, at tað verður ótrúliga trupult hjá Víkingi at spæla seg víðari. Men einki er ómøguligt, og kunnu teir finna stríðsvilja frá fyrst í seinna hálvleiki fram aftur, so ber kanska til at tippa bóltspælið hjá Lincoln.

Seinni dysturin verður spældu um eina viku.


UEFA Champions League, 1. umfar
Víkingur – Lincoln Red Imp 1-3 (1-3)

19. 0-1 Bernardo Lopes
28 1-1 Jákup Johansen
31. 1-2 Bernardo Lopes
38. 1-3 TjayDe Barr (brotsspark)
45+4. 2-3 Sølvi Vatnhamar

Víkingur:
Bárður á Reynatrøð – Atli Gregersen Ragnar Skála (74. Olaf Bárðarson), Ingi Jonhardsson Arnbjørn Svensson, Sølvi Vatnhamar, Ari Olsen, Árni Nóa Atlason (65. Aron Jarnskor Ellingsgaard) , Jákup Johansen, Stefan Radosavljevic (65. Jørgen Nielsen), Poul Kallsberg

Eykamenn: Hans Jákup Arngrímsson, Jónatan Lervig, Arnór Brandsson, Páll Eirik Djurhuus, Jákup Martin Jarnskor, Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Ingi Arngrímsson, Martin Klein Joensen.

Reytt kort: Olaf Bárðarson

Gult kort: Árni Nóa Atlason og Jákup Johansen

Lincoln Red Imps:
Naughty Garcia Santana – Christian Rutjens, Rafael Muñoz, Toni García (88.Nicholas Pozo), Graeme Torrilla, Bernardo Lopes, Ethan Britto (80. Jesus Toscano), Nano, Like Gómez (70. Mandi), Tjay De Barr, Victor Villacañas Morales (70. Jesus Juan Jesus Arguez)

Eykamenn: Casciaro Lee, Jaylan Hankins, Tayler Carrington, Samuel Benítez, Joe, Francisco Fernández, Lee Chipolina, Japan Peacock

Gult kort: Toni García og Bernardo Lopes

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder