Ari Olsen kom til Víking í 2020. Í tíðarskeiðum hevur orkuríki høgri bakkurin verið skaðadarvaður, og tað tók eina tíð eftir drúgvan knæskaða at vinna sær fast pláss aftur.
Strandingurin hevði tó sum heild sítt helst besta kappingarár í Víkingi í fjør, tá liðið sannførandi vann FM-heitið.
Ari var eisini við til at gerast steypavinnari í 2022 og nú hevur hann longt sáttmálan við Víking.
Harvið er endaliga greitt, at 26-ára gamli bakkurin heldur fram í ljósabláum. Ari Olsen vandi við Hillerød stutt eftir kappingarenda, og tað var uppá tal, at hann skuldi skifta til danska felagið, sum Adrian Justinussen og Daniel Johansen eisini spæla fyri.
Signar á Brúnni er givin, so tað verður í stóran mun Ari Olsen, ið kemur at mynda plássið sum høgri bakkur hjá føroyameistarunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald