Fótbóltur

Víkingur setti HB upp á pláss

07 Vestur vann umráðandi sigur ímóti fuglfirðingum, sum fáa tað tungt. Fyra dystir vóru í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum seinnapartin.

Martin Klein Joensen legði Víking á odda í øðrum minutti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Martin Klein Joensen legði Víking á odda í øðrum minutti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-22 21:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fýra dystir vórðu leiktir í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum seinnapartin.

Í Klaksvík var tað ein avgreiðsluspurningur hjá KÍ, sum hevði vitjan av TB. Fimm mál áðrenn steðgin, og tvey mál í seinna hálvleiki. 7-0 til oddaliðið sum veruliga fekk Páll Andrasson Klettskarð í gongd við fýra málum.

Víkingur loypti hvøkk á gestirnar úr HB frá fyrsta bríksli, og skoraði í øðrum minutti og longu aftur í fjórða minutti. HB fekk ikki tamarhald á dystinum, og heimaliðið økti til 3-0 tá ein góður hálvur tími var leiktur. Adrian Justinussen minkaði um munin við beinleiðis frísparki tá tíggju minuttir vóru eftir av dystinum.

Sostatt strýkur Víkingur avstað á øðrum plássi, tíggju stig frammanfyri HB, sum nú liggur á fjórða plássi.

Í Fuglafirði var dystur í niðurflytingarstríðnum, har 07 Vestur var á vitjan. Hjá ÍF var ein sigur eitt krav, um vónin um at vera verandi í Betri deildini ikki skal bresta. Men vágamenn vildu tað øðrvísi, og funnu málið tvær ferðir í dystinum eftir at vera komnir aftur um 1-0. Verjuskansin hjá ÍF, Jens Joensen, fekk reytt kort tá 51 minuttir vóru leiktir, og tað gjørdi sítt til at fuglfirðingar ikki komu aftur í dystinum.

NSÍ sum undan umfarinum í dag ikki hevði vunnið nakran dyst í fýra umførum á rað, hevði vitjan av EB/Streymi. Í Sundalagnum eru teir eisini trýstir í niðurflytingarstríðnum við bara fimtan stigum á áttanda plássi. Men NSÍ var ov sterkt hjá EB/Streymi at gera nakað við í dag, og vann heili 4-0.

Fimti dysturin varð leiktur í gjár, tá B36 vann trygt 2-1 móti B68. Teir hvítu úr Gundadali hálaðu seg við sigrinum upp á triðja pláss.

B36 - B68 2-1 (1-0)
26’ Uros Stojanov 1-0
65’ Bjarki Christiansson Nielsen 2-0
90’ Karstin Clementsen 2-1

KÍ - TB 7-0 (5-0)
26’ Odmar Færø 1-0
28’ Bob Sumareh 2-0
31’ Páll Andrasson Klettskarð 3-0
37’ Heini Vatnsdal 4-0
39’ Páll Andrasson Klettskað 5-0
71’ Páll Andrasson Klettskað 6-0
81’ Páll Andrasson Klettskað 7-0

Víkingur - HB 3-1 (3-0)
2’ Martin Klein Joensen 1-0
4’ Andreas Lava Olsen 2-0
35’ Andreas Lava Olsen 3-0
80’ Adrian Justinussen 3-1

ÍF - 07 Vestur 2-1 (1-1)
26’ Sjálvmál 1-0
40’ John Fagerstrøm 1-1
61’ Høgni Egilstoft Nielsen 1-2

NSÍ - EB/Steymur 4-0 (2-0)
29’ Pætur Hentze 1-0
44’ Klæmint Andrasson Olsen 2-0 (br.)
59’ Klæmint Andrasson Olsen 3-0
81’ Búi Egilsson 4-0

Støðan í Betri deildini

1. KÍ 50 stig (18 dystir)
2. Víkingur 43 stig (19 dystir)
3. B36 34 stig (19 dystir)
4. HB 33 stig (17 dystir)
5. NSÍ 29 stig (19 dystir)
6. 07 Vestur 20 stig (19 dystir)
7. B68 18 stig (19 dystir)
8. EB/Streymur 15 stig (17 dystir)
9. ÍF 12 stig (18 dystir)
10. TB 2 stig (17 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder