Í næstu viku skulu trý føroysk feløg royna at spæla seg víðari í evropeiskum fótbólti.
Eftir fyrru dystirnar er tað umboðið í Champions League, KÍ, sum hevur besta útgangsstøðið Árni Frederiksberg skoraði tey bæði málini í dystinum móti Differdange.
Sí eisini: - Tá tað eitur Champions League fær Árni tvey mál hvørt umfar
KÍ skal gera arbeiðið liðugt í Luksemborg mikukvøldið. Sambært ki.fo fara fitt av norðoyingum til Luksemborg, og heitir felagið fólki á at boða frá og at keypa atgongumerki til eitt serstakt stað.
B36 spælir eisini 17. juli. Hetta á Tórsvølli har liðið hjá Magna Hoseth skal royna at gera tað, sum Differdange eisini skal: Venda einum 2-0 tapi á útivølli til víðari luttøku eftir heimadystin.
Evropeiska skráin í næstu viku (Skíggjamynd: bolt.fo)
Víkingur skal avgera tað í Klaksvík
Eins og í fjør, skal Víkingur spæla seinna dystin í 1. umfari í Conference League við Djúpumýru. Tað var fyrstu ferð, at Víkingur spældi á heimavølli í Klaksvík.
Munurin nú er, at víkingarnir kunnu avgera alt við sigri í seinna dystinum. 1-1 í fyrra dystinum móti Liepaja er góðtikið. Síðst gekk ikki eftir tap í Andorra í fyrru uppgerðini og síðaini 1-1 í Klaksvík.
Víkingur skrivar á heimasíðu sínari, at atgongumerkjasølan til avgerandi dystin er farin í gongd. Hetta á atgongumerki.fo.
Poul Kallsberg, ið á hegnisligan hátt skoraði málið hjá Víkingi í Lettlandi, í dysti í Klaksvík í síðsta mánaða. Skjótt skulu strandingurin og liðfelagarnir gagnnýta Klaksvík sum heimavøll (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald