Fótbóltur

Viborg hevur selt Martin Agnarsson

Ungi føroyski vinstri bakkurin skal nú fáa meira spælitíð við Aarhuus Fremad í triðbestu donsku deildini. 20-ára gamli havnarmaðurin hevur verið nógv darvaður av skaðum higartil í Danmark.

Í 2022 keypti Viborg Martin Agnarsson úr B36 - eftir dystir millum liðini í Conference League. Spennandi havnarmaðurin skal nú aftur finna sítt stev í vaksnamannafótbólti aftur eftir nógvar skaðar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í 2022 keypti Viborg Martin Agnarsson úr B36 - eftir dystir millum liðini í Conference League. Spennandi havnarmaðurin skal nú aftur finna sítt stev í vaksnamannafótbólti aftur eftir nógvar skaðar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-02 22:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Flytingarvindeygað í millum annað Danmark letur aftur á midnátt. Sambært ítróttarstjóranum í Hillerød, Jackie Rasmussen, hevur verið áhugi fyri toppskjúttanum Adrian Justinussen - bæði úr Superliguni og uttanlands. Hetta váttaði hann fyri bold.dk fyrr í dag.

Tað verður tó ikki til nakað skifti hjá 26-ára gamla landsliðsspælaranum hesaferð. Tað er tó ein føroyingur í donskum felagi, sum hevur skift felag.

Í 2022 keypti Viborg FF Martin Agnarsson beinleiðis úr B36 - millum annað eftir at kviki, ungi vinstri bakkurin hevur staðið seg væl móti júst Viborg í Conference League-dystunum. 

Eitt spennandi skifti, men sum Martin Agnarsson sjálvur staðfestur í dag, so gjørdist tað ikki heilt tað, sum havnarmaðurin hevði droymt um - tó at Martin sær tað jaliga.

- Tað hava verið nakrir niðurtúrar við skaðum og einum brotnum óstbeini tvær ferðir, so eg havi verið nógv uttanfyri. Tó haldi eg framvegis, at eg havi ment meg sum spælari í Viborg. Eg eri glaður fyri, at eg fór her og fekk uppfylt dreymin um at spæla í Superliguni.

[object Object]
Martin tíðliga í tíðini í Viborg. Hann fekk tríggjar dystir fyri besta liðið (Mynd: Viborg FF)

Hetta sigur U21-landsliðsspælarin við vff.dk, har hann takkar fyri seg og ynskir felagnum alt tað besta. Ítróttarstjórin Mads Agesen takkar samstundis Martini og irðar seg eisini um, at hann hevur verið óheppin við skaðum og tí ikki hevur fingið spæltíðina, sum hann vildi - spældi tríggjar dystir á fyrsta liðnum. Tó hevur føroyingurin verið ógvuliga íðin, profesionellur og ein "fantastiskur persónur" í tíðini. 

Ynskt verður honum alt tað besta í Aarhus Fremad, sum spælir í triðbestu deildini. Harvið heldur 20-ára gamli vinstri bakkurin fram í donskum fótbólti og í Jutlandi. Aarhus Fremad hevur keypt Martin Agnarsson úr Viborg verður staðfest í kvøld.

[object Object]
Martin Agnarsson royndi seg í venjingardysti fyri A-landsliðið, tá hann var 18-ára gamal. Í næstum hevur hann dystir fyri U21-landsliðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder