Annað

Vildu geva Rajko sigurin áðrenn hann gevst

Flogbóltur: Kvinnuunglingarnir hjá SÍ eru føroyameistarar.

(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2023-04-25 08:37 Author image
Innsent
placeholder

SÍ - Fleyr 3-1 (25-27, 25-17, 25-14, 25-16)

Finalan fyri kvinnuunglingar í flogbólti varð leikt í høllini í Kollafirði mánakvøldið. SÍ og Fleyr høvdu leikt seg í finaluna, og var hetta tí ein endurtøka av steypafinaluni fyrst í mars, sum Fleyr vann.

Talan gjørdist ongantíð om ein veruliga spennandi dyst. Til tað vóru sørvágskvinnurnar ov sannførandi. Tað tóktist sum tær vóru stálsettar at geva venjara teirra, Rajko Petrovich hendan sigurin áðrenn hann gevst, sum venjari teirra.

SÍ var á odda í øllum fýra teimum leiktu settunum, men í fyrsta settið megnaði Fleyr tó at toga seg framum, eftir at SÍ hevði haft ein settbólt og vinna hetta settið við 25-27. Tey næstu trý settini var SÍ munandi betri, og ongin ivi var nakrantíð um, at tær fóru at vinna hesi settini og harvið føroyameistaraheitið.

Besti leikari hjá SÍ í finaluni var Sofía Weihe Simonsen, og besti leikari hjá Fleyr var Sára Rannváardóttir Vatnhamar.

[object Object]Rajko Petrovic (Mynd: Jens Kr. Vang)

Rajko hevur tveir dystir eftir

Hetta var triðsíðsta finalan hjá legendariska venjaranum, Rajko Petrovich, fyri SÍ. Rajko gevst sum venjari hjá SÍ eftir hetta kappingarárið, og einastu dystirnir hann hevur eftir á hesum sinni eru finalurnar hjá besta kvinnuliðnum hjá SÍ.

Her leika tær fyrru finaluna mikukvøldið kl. 19.30 móti Fleyr í Kollafirði og síðani seinnu finaluna í Havn leygardagin kl. 14.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder