Eitt stórt skifti fyri føroyskan hondbólt er nú komið endaliga komið uppá pláss. Talan er um avtalu millum Vilhelm Poulsen og TSV Hannover-Burgdorf.
Hetta vátta fleiri keldur fyri Portalinum í dag.
Les eisini: Enn ein føroyingur á veg til Bundesliguna
Sum vit skrivaðu í gjár, var tætt samband millum partarnar, og Vilhem var farin til Týsklands. Nú frættist, at endalig avtala er gjørd og undirskriva millum partarnar, og er hon í fyrstu syftu galdandi fram til á summri 2026.
24-ára gamli hoyvíkingurin hevur tvey tey seinastu árini spælt í bestu donsku deildini. Nú tekur Vilhelm stigið víðari frá Lemvig-Thyborøn, sum júst er flutt niður.
Hannover-Burgdorf liggur í løtuni á 7. plássi í Bundesliguni og ætlar at bjóða av uppaftur hægri næsta ár. Liðið kom eisini rímiliga langt í Evopa í hesum kappingarárinum. Óli Mittún og IK Sävehof slóu týska liðið út úr høvuðsumfarinum í European League fyri kortum - beint áðrenn fjórðingsfinalurnar.
Hannover-Burgdorf fekk veruliga eyguni upp fyri Vilhelmi undir EM-endaspælinum í júst Týsklandi. Har var Vilhelm serliga góður í verjupartinum og ímóti krútsterka norska liðnum, tá Føroyar fingu javnleik (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Sum skilst hevur Hannover-Burgdorf havt áhuga fyri Vilhelmi líka síðani sterka avriki hjá høgra bakkinum í serliga verjustøðu undir EM-endaspælinum í januar. Tá lá stórfelagið Flensburg-Handewitt eisini framvið, men Lemvig-Thyborøn vildi ikki lata føroyska landsliðsspælaran fara.
Nú gekk sáttmálin hjá Vilhemi út, og liðið úr útnyrðingspartinum fekk fatur á føroyingunum.
Tað var eisini til Hannover-Burgdorf, at Jóhan á Plógv Hansen skifti úr bestu donsku deildini til í 2020, tá havnarmaðurin gjørdist fyrsti føroyingur í Bundesliguni. Síðani hevur Jóhan skift til Flensburg, og hoyvíkingarnir Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum hava skjótt spælt eitt kappingarár við ávíkavist THW Kiel og Füchse Berlin.
Hannover-Burgdorf fer at almannakunngerða skiftið um vikuskifti. Vilhelm Poulsen, sum eisini hevur spælt í íslendskum hondbólti, ferðast nú til Føroya. Í morgin skal hann venja saman við landsliðsliðfeløgunum sum fyrireiking til HM-undandystirnar móti Norðurmakedónia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald