Fyrr í mánaðinum skrivaði hann undir sáttmála við Hannover-Burgdorf. Hann skal eisini spæla í Bundesliguni skjótt, men í løtuni umboðar Vilhelm Poulsen eitt annað nýtt felag.
Sí eisini: Vilhelm Poulsen hevur gjørt sáttmála við Hannover-Burgdorf
24-ára gamli hoyvíkingurin er ikki í Norðurevropa og spælir í løtuni. Hann er í Katar. Talan um ein stutttíðar leigusáttmála við Al Arabi í sambandi við tvær steypakappingar. Hetta eitt stórfelag í Katar, sum eisini hevur eina fótbóltsdeild. Henni er millum annað italiumaðurin Marco Veratti knýttur at.
Al Arabi hevur heimstað í høvuðsstaðnum Doha. Har spældi Vilhelm í gjárkvøldið sín fyrsta dyst fyri felagið. Harvið gjørdist landsliðsbakkurin fyrsti føroyski hondbóltsspælarin í Miðeystri.
Hoyvíkingurin í verjustøðu í dystinum í Doha gjár (Mynd: Al Arabi)
Vilhelm Poulsen og nýggju liðfelagirnir vunnu í gjárkvøldið 30-28 á Al-Ahli og eru harvið í finaluni í Qatar Cup. Hendan verður spæld leygardagin. Tá er mótsstøðuliðið Al-Duhail. Vilhelm skoraði fýra mál í sigrinum í gjár og legði eiisni upp til fleiri mál frá høgra bakki.
Allir dysturin sæst her - Vilhelm spælir við nummar 20:
Ein onnur kapping fór eisini í gongd í gjár. Talan er um kappingina hjá prinsinum - elle emirinum. Fjórðingsfinalurnar í Amir Cup eru á skránni í morgin í Doha-økinum. Har skal Al Arabi eisini spæla, og so er spurningurin, um Vilhelm bæði skal spæla fríggjadag og leygardag; hvussu felagið raðfestir kappingarnar.
Í øllum førum skal framtíðar Bundesliga-spælarin spæla í mesta lagi fimm dystir í Katar. Hann er ein av spælarunum, sum Al Arabi hevur leigað inn til høvi. Hetta er eisini fyri at Vilhelm fær dystarvenjing - av tí at Lemvig-Thybøron flutti beinleiðis niður, hevur bakkurin ikki spælt nakað í seinastuni, fyriuttan landsdystirnar móti Norðurmaekdónia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald