Fótbóltur

Vilja hava Simon Kjær til liðskipara hjá AC Milan

Danski landsliðsleikarin hevur fingið nógva viðurkenning fyri, hvussu hann handfór støðuna, tá liðfelagið hansara, Christian Eriksen, small um.

Simon Kjær troystaði unnustuna hjá Christian Eriksen (Mynd: EPA)

Simon Kjær troystaði unnustuna hjá Christian Eriksen (Mynd: EPA)

2021-06-14 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Simon Kjær, liðskipari á danska landsliðnum hevur fingið nógva viðurkenning frá altjóða miðlum fyri, hvussu hann handfór støðuna, tá liðfelagi og vinmaður hansara, Christian Eriksen small um á vøllinum leygarkvøldið.

Tá Christian Eriksen small um á vøllinum í dystinum millum Danmark og Finnland, var liðskiparin tann fyrsti, sum kom yvir til hann og syrgdi hann m.a. fyri, at Christian Eriksen ikki svølgdi tunguna og sostatt varð kvaldur. Tað var eisini Simon Kjær, sum var við til at samskipa, at hinir leikararnir stóðu rundanum liðfelagan, meðan hann fekk fyrstuhjálp, umframt at hann var við til at troysta unnustuna hjá Christian Eriksen, Sabrina Kvist, tá hon kom út á vøllin.

Simon Kjær og Christian Eriksen búgva báðir í italska býnum Milano, har teir spæla við ávikavíst AC Milan og Inter Milan, og eru teir tí ógvuliga tættir vinmenn, og ein rørsla, sum nú byrjar at gera um seg á sosialu miðlunum, heldur, at Simon Kjær burdi verið gjørdur til liðskipari fyri tað, sum hann gjørdi leygarkvøldið.

TV2 skrivar, at hashtaggið #kjaercapitano í løtuni er væl umtókt á m.a. Twitter.

Sambært fleiri italskum miðlum er hetta eisini nakað, sum AC Milan umhugsar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder