placeholder
Fótbóltur

Vilja menna fyrisitingina í føroyskum fótbólti

FSF bjóðar føroysku fótbóltsfeløgunum skeið innan fyrisiting.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2019-02-01 21:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sum partur av menningini av føroyskum fótbólti og føroysku fótbóltsfeløgunum, fer Fótbóltssamband Føroya at skipa fyri skeiðum innan fyrisiting.

Føroyskur fótbóltur er støðugari í menning, og hetta setir alsamt hægri krøv til millum annað tey, ið eru partur av fyrisitingarligu uppgávunum í feløgunum.

Í hesum sambandi skipar Fótbóltssamband Føroya fyri skeiðum innan fyrisiting.

Skipað verður millum annað fyri skeiðum í KT loysnum, fíggjar- og tryggingarviðurskifti, samskiftið, bygnaði o.a., stendur at lesa á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder