
Fyri smáum tveimum vikum síðani flutti Vejle niður aftur í næstbestu deildini eftir eitt ár í Superligaini. Síðani hevur felagið tó longt við fleiri leikarar, ið møguliga kundu hugsast at fara at leita aðrar leiðir, og í dag kunngjørdi felagið á heimasíðu sínari, at føroyingurin í felagnum heldur fram.
Hann var ikki við orsakað av leikbanni, tá Vejle flutti niður yvir tveir dystir móti Hobro, og Viljormur Davidsen sigur við heimasíðuna, at tað var nakað ið nívdi hann. 27-ára gamli vinstri bakkurin er nú til reiðar at hjálpa Vejle uppaftur, og hann sigur, at hann trívist ógvuliga væl í felagnum, har hann hevur verið í seks ár.
Viljormur hevur leikt heili 151 dystir fyri Vejle, og harvið hevur hann sættflest dystir í reyðu troyggjuni hesa øldina. Ein annar fyrrverandi NSÍ-leikari, Ulrik Balling, er ein av teimum fimm, ið eru frammanfyri hann á listanum. Í Vejle eru tey eisini sera glað fyri føroyingin,ið verður nevndur sum ein av teimum berandi kreftunum, ein professionellur leikari, og ein sum hevur umráðandi leiðaraleiklut í Nørreskoven.
Les meira á heimasíðuni hjá Vejle
Viljormur Davidsen er úttikin til føroyska A-landsliðið, ið tekur ímóti Spania og Norra í komandi viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald