Vejle var í gjár nær við at fáa eitt stig í Keypmannahavn. Mathias Zanka legði heimaliðið á odda í fyrra hálvleiki, men Ylber Ramadani javnaði miðskeiðis í 2. hálvleiki. Stjørnuskotið hjá FCK, Mohammed Daramy, avgjørdi dystin fimm minuttir fyri leiklok, og harvið var talan um vónbrot hjá Viljormi Davidsen og liðfeløgunum.
Landsliðsleikarin spældi allar 90 minuttirnar á vinstra bakki, og tað var fyrstu ferð í kappingarárinum, at Viljormur gjørdi hetta fyri Vejle. Tað var tó ikki tað einasta, ið maðurin úr Saltangará kundi fegnast um í gjárkvøldið - hóast úrslitið. Talan var um dyst nummar 182 hjá Viljormi Davidsen fyri Vejle, og harvið er nú hann tann útlendingurin ið hevur flest dystir fyri søguríka felagið.
Við dystinum í gjár fór Viljormur fram um onglendingin Julian Barnett, ið hevði ein stóran leiklut í Nørreskoven miðskeið í áttatiárinum - serliga í 1984 tá hann stóð fyri flest málum, tá Bejle gjørdist danskur meistari. Barnett spældi 181 dystir, og í gjár varð hann so yvirhálaður av 29-ára gamla føroyinginum, sum kom til felagið í 2013.
Viljormur Davidsen hevur verið settur við eina flyting úr Vejle. Hnn hevur spælt í trimum av teimum seinastu dystunum, men annars lítið og einki í hesum kappingarárinum. Vejle Boldklub er í løtuni nummar 10 við 21 stigum - tíggju stig framammanfyri AC Horsens, ið er aftast. Liðið við Halli Hanssyni sum liðformanni og Jens Berthel Askou sum venjara vann í gjár 2-1 á heimavølli á Aab. Hallur legði upp til 1-0 málið - avgerandi málið kom í 95. minutti.
Fótbóltur
Viljormur setti metið í Parkini
Vinstri bakkurin er nú tann útlendski leikarin í søguni hjá Vejle við flest dystum. 29-ára gamli landsliðsleikarin úr Saltangará hevur spælt 182 ferðir fyri felagið.
Viljormur Davidsen spældi allar 90 minuttirnar í tapinum fyri FCK (Mynd: Sverri Egholm)
2021-03-04 14:18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald