- Vónandi enda vit ikki í bólki saman við Rumenia, Slovakia og Hvítarusslandi. Hinvegin, so hevði tað verið fínt um vit komu í bólk saman við Svøríki, Kýpros og Litava ella Gibraltar, sigur Viljormur Davidsen, varaliðskipari á A-landsliðnum, við heimasíðuna hjá FSF í kvøld
Í morgin, hósdagin 8. februar klokkan 17, verður avgjørt, hvørjum londum føroyska manslandsliðið skal møta í komandi Nations League kapping. Føroyar eru í styrkisbólki 2 í deild C, har tey 16 londini eru býtt í fýra styrkisbólkar.
Styrkisbólkur 1: Rumenia, Svøríki, Armenia og Luksemborg.
Styrkisbólkur 2: Føroyar, Aserbadjan, Kosovo og Bulgaria
Styrkisbólkur 3: Norðurmakedónia, Slovakia, Norðurírland og Kýpros
Styrkisbólkur 4: Belarus, Litava/Gibraltar *, Estland og Lettland.
* Hvat lið endar her verður avgjørt í mai, tá play-off dystir í núverandi Nations League eru spældir
Sí eisini: Lutakastið til Nations League verður leygardagin
Lutakastið verður skipað á tann hátt, at Føroyar koma í bólk saman við einum av londunum í styrkisbólkunum 1, 3 og 4, greiðir FSF frá. Øll skulu spæla ímóti hvørjum øðrum tvær ferðir í heyst.
– Næstan líka mikið hvørjum vit koma í bólk saman við, so verður talan um sterka mótstøðu. Men tá tað er sagt, so kunnu vit eisini bíta frá okkum, og tað ætla vit okkum sjálvandi at gera, staðfestir Viljormur Davidsen
Ynskisbólkurin hjá Viljormi: Svøríki, Kýpros og Litava/Gibraltar
Marrubólkurin hjá Viljormi: Rumenia, Slovakia og Hvítarussland
Dystirnir í UEFA Nations League eru lagdir so í ár, at tveir eru tíðliga í september, tveir eru millum 10. og 15. oktober og tveir teir seinastu í tíðarskeiðnum 14. til 19. november.
Lutakstið í París byrjar í morgin klokkan 17 føroyska tíð. UEFA stroymir tað, og Portalurin fer at fylgja við.
Keldur: fsf.fo og UEFA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald