Tað verður ikki spælt meira í Sarpugerði í Norðragøtu í kvøld. Støðan var 1-1 í hálvfinaluni millum Víking og HB, men rættiliga nógvur vindur var.
Út í seinna hálvleiki bleiv heldur nógvur vindur og tað var ikki spælandi. Bólturin vildi ikki liggja, og tað bar ikki til at spæla.
Dómarin Eiler Rasmussen hevði ongan annan møguleika enn at slíta dystin.
Helst skal nýggjur dystur spælast. Hetta skal kappingarnevndin avgerða. Nakað sum er greitt er, at B36 verður mótstøðulið í steypafinaluni um Løgmanssteypið.
HB vann fyrru hálvfinaluna móti Víkingi 1-0.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald