Tað er ongin ivi um, at vinnarin av heimsins størstu súkklukapping, Tour de France, aftur í ár verður danin Jonas Vingegaard hjá belgiska súkkluliðnum Jumbo Visma.
Okkurt skal enda heilt galið í dag, um ikki hann kemur at standa ovast á sigurspallinum á Champs-Élysées í kvøld.
Tí vanliga hendir onki í samlaðu støðuni á 21. og seinasta teininum inn til franska høvuðsstaðin. Og hartil er Jonas Vingegaard so langt framman fyri hinar, at bara eitt álvarsligt óhapp kann forða honum í at vinna.
Kappingin stóð aftur í ár millum Jonas Vingegaard og unga slovenan, Tadej Pogacar, sum vann Tour de France í 2020 og 2021.
Longu frá fyrsta degi sást, at kappingin um gulu leiðslutroyggjuna fór at standa millum teir báðar og bara teir báðar. Jonas Vingegaard kundi lata seg í troyggjuna eftir sætta teinin, sum Pogacar annars vann. Og Jonas hevur súkklað í gulum líka síðan.
Teir fyrstu dagarnar var lítið á muni millum teir báðar kappingarneytarnar, men á einastu tíðarkoyringini í kappingini í ár, á 16. teini 18. juli, gjørdi Jonas Vingegaard bart. Heilt óvæntað var hann nógv skjótastur, vann teinin, heili 1 minutt og 38 sekund framman fyri Pogacar á øðrum plássi.
Dagin eftir – á ársins harðasta fjallateini – hendi tað so, at “gardinurnar fóru fyri” hjá unga slovenanum. Hann hevði ikki sína vanligu styrki henda dagin, og við sínum fjórða plássi á degnum, hevði Jonas Vingegaard eina tíð, sum var 7 minuttir og 35 sekund betri enn Pogacar á øðrum plássi – og so var alt avgjørt.
Undan dagsins seinasta teini er Jonas Vingegaard 7 minuttir og 29 sekund framman fyri Tadej Pogacar, og 10 minuttir og 56 sekund framman fyri liðfelagan hjá Pogacar, bretan Adam Yates. Væntandi verða tað hesir tríggir, sum trína sigurspallin í dag.
Í dag verður – sum siðvenja er – kappingin helst avgjørd í einum hópspurti. Belgiski Jasper Philipsen, sum longu hevur tryggjað sær grønu spurt-troyggjuna, er enn einaferð favorittur at vinna. Philipsen hevur longu vunnið fýra sigrar í ár.
Jonas Vingegaard hevur bert vunnið ta einu ferðina – tað var tíðarkoyringin, meðan Pogacar hevur vunnið tvær ferðir, millum annað fjallateinin í gjár.
Danskir súkklarar hava annars klára seg væl í ár. Umframt Vingegaard, hava eisini Mads Pedersen og Kasper Asgreen vunnið sigrar í ár, meðan aðrir hava havt týðandi leiklutir í at hjálpa sínum liðfeløgum fram til góð úrslit.
Seinasti Tour de France teinurin byrjar seinni enn hinir. Teir fara avstað klokkan 16.40 – hetta m.a. tí at kvinnurnar byrja sítt Tour de France í dag – og roknað verður við, at teir verða á Champs-Élysées út móti nátturatíð. Tour de France sæst m.a. á danska TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald