2022-07-07 11:30
Í dag fer U20-landsliðið undir EM-endaspælið í Portugal, og fyrsti dysturin verður nú klokkan 12.
Og til ber at síggja dystirnar frá trappuni í Vágsbotni, har teir verða vístir á stórskíggja.
Í morgin spæla Føroyar ímóti Slovenia, og sunnudagin spæla Føroyar ímóti Ungarn. Allir dystirnir eru klokkan 12.
Í sambandi við, at EM-dystirnir verða vístir í Vágsbotni, boðar Tórshavnar kommuna frá, at nakrir vegir verða stongdir fyri allari ferðslu í dag, í morgin og sunnudagin millum klokkan 11.30 og 14.
Talan er um Mylnugøtu, og Bryggjubakka, og ferðsla frá Tórsgøtu fer einvegis eftir Vágsbotni út á Skálatrøð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald