2019-06-07 19:03
Dysturin millum Føroyar og Spania, sum verður leiktur á Tórsvølli klokkan 19:45 er útseldur. Men mentanarnátt er í Havn, veðrið er gott, og ivaleyst verða nógv fólk í miðbýnum í kvøld.
Tí er avgerð tikin um at dysturin verður vístur á trappuni í Vágsbotni. Hetta riggaði sera væl tá tað fyrstu ferð varð roynt til EM 2015, tá Ísland tók alt Evropa og Føroyar á bóli.
Óivað verða tað fleiri sum fara at leita sær oman á trappuna í Vágsbotni at rópa á okkara menn klokkan 19:45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald