Oyggjaleikir 2019

Vónbrot on the rocks – hinir vóru betri

Torkil Veyhe gjørdist nummar fimm í tíðarkoyringini niðan á heyggin.

2019-07-09 20:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Hvat sigur tú, nummar fimm? Shit!

Tygara útsendi var berari av keðiligum tíðindum beint eftir at besti føroyski súkklarin var komin í mál ovast á Gibraltar.

Torkil Veyhe hevði sett sær fyri at verja sigurin í tíðarkoyring frá seinastu leikum, men tað eydnaðist ikki.

- Eg má bara staðfesta, at hinir vóru sterkari. Til lukku til teir, segði ein vónbrotin Torkil Veyhe.

Tað var týðuligt, at hann hevði givið alt hann átti í sær. Sjáldan hevur Torkil Veyhe sæð so lúgvaður út, sum tá hann traðkaði seinastu pedalsnúningarnar niðan til málstrikuna.

Hann mátti hjálpast av súkkluni og úr hjálminum. Hann hevði einki eftir, og tað tók eina góða løtu áðrenn hann var klárur við eini viðmerking.

- Brekkan var trupulleikin hjá mær. Hinir vóru betri. Eg má bara heim at venja meira, staðfesti Torkil, sum eisini viðgekk, at hann var ’púra ferdigur’, serliga til seinast.

Men tá Torkil fær stundir at hyggja nærri at tíðunum, so kann hann staðfesta, at hann einki hevur at skammast um.

Hansara tíðir í tempokoyringini vóru heilt góðar, so góðar, at Arnfinnur Helmsdal, formaður í súkklusambandinum torir at staðfesta, at Torkil hevði vunnið, um kappingin hevði verið á sløttum.

Men einki at ivast í. Kappingin í kvøld hevur verið eitt súkkluupplivilsi, sum luttakararnir seint fara at gloyma. Bæði fyri stóru avbjóðingina og fyri náttúruupplivingina uppi millum apurnar á The Rock of Gibraltar.

Torkil endaði nr. 5, Dávur Magnussen nr. 22, Helgi Winther Olsen nr. 24, Gunnar Dahl-Olsen nr. 35 og Jákup Petur Eliassen nr. 38. 47 súkklarar komu allan vegin í mál. Samlað gjørdust Føroyar nummar seks í liðkappingini. Eitt vónbrot, tí liðið hevur fingið heiðursmerki seinastu leikirnar.

- Vit mugu bara staðfesta, at hinar oyggjarnar eru vorðnar betri, og at støðið á oyggjaleikum er hækkað munandi, og tað er at fegnast um.

Spurdur um liðúrslitið sigur Torkil:

- Vit høvdu ikki ætlað at koma av oyggjaleikunum uttan nakað heiðursmerki.

Súkklararnir hava ein møguleika afturat. Hósdagin verður sokallaða landsvegskoyringin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder