
Føroyar spæla bronsudyst móti Svøríki sunnudagin klokkan 16. U21 menninir hava klárað seg søguliga væl og áhugin hevur verið ovurhonds stórur.
Kommunur kring landið hava skipað fyri stórskíggjatiltøkum, og nú verður bjóðað til veruliga hondbóltsveitslu við Tjarnir.
Í sambandi við Voxbotn, sum leygardagin av veðrið verður í høllini við Tjarnir, eru stórskíggjar settir upp, og somu stórskíggjar fara sunnudagin at vísa bronsudystin hjá Føroyum.
Fyriskipararnir av Voxbotn bjóða inn, og tað verður ókeypis atgongd. Møguleiki verður at keypa sær okkurt lætt at eta og drekka. Dyrnar lata upp ein tíma undan dystarbyrjan.
Voxbotn vónar at nogv fólk koma at hyggja.
Bronsudysturin millum Føroyar og Svøríki byrjar sunnudagin klokkan 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald