Tað endaði 4-0 til Føroyar, tá toppur og botnur møttust í sjeynda umfari í smálandakappingini í talvi á Malta.
Føroyar telvaðu í gjár móti einum kvinnuliði, sum loysir av San Marino, ið gav avboð til kappingina. Hesar, ið rópa seg ESNA Woman, eru ikki mentar at standa seg í kappingini, og tí var eingin bilsin, at allar fýra taptu fyri oddaliðnum.
Helgi Dam Ziska tók sær ein frídag í gjár. Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard, Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen vunnu allir. Hetta man vera fyrsta ferðin, at tveir tannáringar eru á føroyska talvlandsliðnum í senn. Luitjen og Jón eru ávikavist 15 og 16 ára gamlir.
Hini úrslitini í gjár:
Monako - Kýprós 2-2
Jersey - Andorra 1½-2½
Guernsey - Malta 1-3
Luksemburg - Liktinstein 3½-½
Støðan í smálandakappingini fyri næstsíðsta umfar 3/12:
Aftur toppdystur
Kýprós hevur tikið øll á bóli. Teir hava ikki verið so frammarlaga í hesum kappingum sum nú, og spenningurin er tí stórur til oddabrakið millum Føroyar og Kýprós í dag.
Føroyar hava fult stigatal, 14 dystarstig (tvey stig fyri vunnan dyst og eitt fyri javnleik). Kýprós hevur 12 stig fyri fimm sigrar og tveir javnleikir - móti Monako í gjár og Guernsey fyrr í kappingini. Føroyar hava 23 borðstig, Kýprós 20.
Vinna Føroyar á Kýprós, hava føroyingar samstundis vunnið kappingina, sama hvussu úrslitini laga seg í síðsta umfari leygardagin.
Føroyar fara uttan iva at manna seg við sínum fýra fremstu telvarum - Helgi, Høgni, John og Luitjen. Allir hava hægri styrkital enn mótstøðumenninir. Men havast skal í huga, at kýprarnir hava avrikað munandi betri, enn styrkitølini kundu bent á. Tríggir av teimum fremstu fýra hjá Kýprós eru ósigraðir í kappingini.
Niðanfyri síggjast hagtølini fyri bæði oddaliðini undan endaligu finaluni, sum byrjar klokkan 15:00 seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald