FSF: – Hetta vóru tveir góðir venjingardystir at fáa í januar mánað. Vit eru sjálvandi glað fyri at vinna, men úrslitið í hesum dystunum er ikki alt avgerandi. Vit fingu roynt ymiskt taktiskt, og eg eri sum heild væl nøgdur við tað, ið genturnar vístu.
Tað sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U19 landsliðnum við gentum, sum leygardagin vann 1-0 í seinna venjingardystinum móti Sámalandi.
Einasta málið í dystinum skoraði Halla Morgan Ejdesgaard – við eitt sindur av hjálp frá sámiska málverjanum – tá ein stórur tími var spældur.
Fyrri dysturin móti sámum varð spældur hósdagin, og tá vann føroyska liðið ein rudduligan 7-0 sigur. Málini gjørdu Bjørk Akselsen, sum skoraði tvey, Brá Zakariasardóttir, Lý Gray Djurhuus, Karla Sjóstein, Jakobina Bergsdóttir og Eydna Olsen Dalheim.
Les eisini: Málveitsla á Tórsvølli
Næst á skránni hjá U19 gentunum er Baltic Cup, sum verður í Lettlandi fyrst í mars, og síðani fara genturnar til EM undankapping í Litava, sum verður frá 12. til 18. apríl. Londini i bólkinum eru Føroyar, Litava, Kosovo og Moldova.
Í seinna dystinum hjá sámisku U19 dreingjunum á føroyavitjanini, vunnu sámarnir 8-0 á U18 liðnum hjá HB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald