Fótbóltur

Vunnu fjórðu brotssparkskappingina á rað

B36 hevur tað fyri, at enda í brotssparkskappingum og vinna tær.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-06 12:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá B36 vann Løgmanssteypið leygardagin eftir brotssparkskapping var tað ikki nakað nýtt fyri felagið ella fyri fjeppararnar.

Hetta er nevniliga fjórðu ferð á rað síðani 2018, at B36 vinnur eina brotsparkskapping.

Bolt.fo hevur gjøgnumgingið stóru dystirnar hjá B36 seinastu árini.

Á sumri í 2020 vann B36 brotssparkskapping móti The New Saints í Evropa League. Í 2018 vann B36 finaluna um løgmanssteypið uppá brotssparkskapping móti HB og á sumri í 2018 vann B36 brotssparkskapping á Gibraltar móti St. Joseph’s í Evropa League, skrivar bolt.fo.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Hetta var sjeynda steypakappingin, sum B36 vinnur, og teir hvítu hava nú vunnið kappingina næstoftast. HB hevur vunnið heilar 28 ferðir. Seinast var í fjør og fyrraárið.

Sí eisini: Stór myndarøð: B36 fór avstað við øllum

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder