Fótbóltur

Wales verður fyrsta mótstøðuliðið hjá e-landsliðnum

Dystirnir í undankappingini verða leiktir 16. og 30. mars. Føroyar skulu spæla tvær ferðir fimm dystir. Enn er ikki greitt, hvar dystirnir verða leiktir.

Heðin Egholm Skov og Virgar Trondesen skulu umboða Føroyar í undankappingini í komandi mánaði (Mynd: FSF)

Heðin Egholm Skov og Virgar Trondesen skulu umboða Føroyar í undankappingini í komandi mánaði (Mynd: FSF)

2020-02-10 07:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin 16. mars verður føroysk fótbóltssøga skrivað, tá fyrsti almenni e-landsdysturin við føroyskari luttøku verður á skránni. Tá verður fyrsta umfarið leikt. Tað seinna, har Føroyar spæla ímóti somu fimm liðunum aftur, verður 30. umfar. Enn er ikki avgjørt, hvar føroyska liðið fer at spæla sínar landsdystir í komandi mánaði, men kunnað verður um hetta skjótast tilber.

Føroyska e-landsliðið er í bólki H saman við Wales, Andorra, Italia, Montenegro og Ukraina. Heðin Skov og Virgar Trondesen vunnu sær seint í 2019 rættin at umboða Føroyar í eEURO 2020 undankappingini. 

- Italia hevur ein fleirfaldan heimsmeistara á liðnum, so teir eru góðir, og eru nokk eisini favorittar at vinna bólkin. Hini londini kenni eg ikki so nógv til, men hetta sær spennandi og samstundis trupult út. Men vit gleða okkum til kappingina, sigur Heðin Egholm Skov við heimasíðuna hjá FSF.

Kappingin verður skipað soleiðis, at øll limalondini í UEFA eru býtt í 10 bólkar. Nummar 1 í hvørjum bólki vinnur seg beinleiðis víðari til EM-endaspælið, meðan 2’ararnir verða byttir í tveir nýggjar bólkar, við fimm londum í hvørjum bólki. Av teimum fara trý tey fremstu víðari til endaspælið, sum verður í London komandi summar.

Skráin: 

16. mars 2020

Kl. 16:00 Wales – Føroyar

Kl. 17:00 Føroyar – Andorra

Kl. 18:00 Føroyar – Italia

Kl. 19:00 Føroyar – Montenegro

Kl. 20:00 Føroyar – Ukraina

 

30. mars 2020

Kl. 16:00 Føroyar – Wales

Kl. 17:00 Andorra – Føroyar

Kl. 18:00 Italia – Føroyar

Kl. 19:00 Montenegro – Føroyar

Kl. 20:00 Ukraina – Føroyar

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder