Fótbóltur

Wan-Bissaka nærkast Manchester United

Partarnir eru samdir um prísin.

2019-06-26 15:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

Manchester United og Crystal Palace eru komin ásamt um prís fyri keyp og sølu av høgra bakkinum Aaron Wan-Bissaka.

Manchester United hevur í fleiri vikur roynt at keypa unga eingilskmannin. Crystal Palace hevur ikki verið sinnað at selja leikaran bíliga, men eftir at leikarin sjálvur hevur víst seg at verða sinnaðan at skifta felag, hevur nú komið á mál.

Sambært útlendskum miðlum ljóðar keypsprísurin á 50 milliónir pund. Hetta ger 21 ára gamla Wan-Bissaka til heimsins næst dýrasta bakk. Bert Benjamin Mendy kostaði meir, tá Manchester City keypti fransmannin fyri 52 milliónir pund.

Væntandi fer leikarin til medisinska kanning hjá Manchester felagnum í vikuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder