Fótbóltur

Wenger verður at síggja við leikvøllin aftur skjótt

Franski venjarin sigur seg hava fingið bjóða fleiri størv.

Arsène Wenger (Mynd: EPA)

Arsène Wenger (Mynd: EPA)

2018-10-18 11:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Arsène Wenger, franski venjarin, sum í 22 ár var venjari í enska stórfelagnum Arsenal, verður at síggja við leikvøllin aftur skjótt. Tað sigur Wenger sjálvur nú hálvt ár eftir at hann gavst í Arsenal.

Wenger sigur við týska fjølmiðilin Bild, at hann væntar at verða í nýggjum starvi frá nýttárinum, og at hann hevur fleiri størv í boði.

- Talan er um fótbóltssambond og landslið, og tað kundi eisini verið í Japan. Eftir 22 ár í Arsenal havi eg nógvar royndir á ymsum stigum. Eg havi fingið fleiri tilboð runt allan heimin, sigur Arsène Wenger við Bild.

69 ára gamli fransmaðurin byrjaði sína yrkisleið sum venjari í Fraklandi í 1980’unum, áðrenn hann skifti til japanska Nagoya Grampus Eight í 1995-1996. Hann gjørdist venjari hjá Arsenal í oktober 1996 og gavst við endanum av farna kappingarárið. Hann vann trý ensk meistaraheiti við Arsenal, seinast í 2004.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder