placeholder
Annað

William Kvist til reiðar aftur

Hóast skaða á riv og lunga, sigur William Kvist seg vera til reiðar at spæla fyri Danmark aftur.

Mynd: SCANPIX

Mynd: SCANPIX

2018-06-24 12:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danski landsliðsleikarin William Kvist hevur enn pínu, eftir hann breyt rivjabein og punkteraði eitt lunga, men hann er til reiðar til at spæla aftur kortini.

33 ára gamli William Kvist fer aftur til Russlands í dag, og tað er fyri at spæla fótbólt, sigur hann við DR.

"Eg fari ikki av stað sum ferðafólk. Eg fari av stað fyri at kunna koma við mínum íkasti, annars kann tað gera tað sama. Eg havi sæð Moskva fyrr. So eg eri til reiðar at spæla. Eg eri til reiðar at vera við," sigur hann.

Fyri átta døgum síðani breyt hann rivjabein og punkteraði eitt lunga í fyrsta dystinum móti Peru, og tí mátti hann fara aftur til Danmarkar til kanningar og viðgerðar.

Kvist hevur nú fingið loyvi frá læknunum til at fara aftur til Russlands, og fær venjarin brúk fyri honum á vøllinum, ætlar hann sær at spæla við, hóast pínuna, greiðir hann frá.

"Tað er batnað øgiliga nógv. Rivjabeinini eru, sum hevði man brotið ein fingur, og onkuntíð fái eg ilt. Eg havi vant øgiliga hart seinastu tveir dagarnar - tveir tímar um dagin, og eg kann næstan gera alt. Enntá taka bóltin niður við bringuni, so eg eri glaður og væl nøgdur," sigur hann.

Landsliðsvenjarin, Åge Hareide, segði fyrr í dag, at eftir ætlan verður Kvist ikki við, tá Danmark skal spæla móti Fraklandi týsdagin.

Kvist sigur, at hann kortini er til reiðar, um tað verður neyðugt hjá honum at spæla.

Í løtuni hevur Danmark fýra stig eftir tveir dystir, meðan Frakland hevur seks stig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder