2023-07-09 11:25
Tað bleiv til enn eitt silvurheiðursmerki til Sverra Sandberg Nielsen á World Cup-stevnuni í Luzern í Sveis.
Í A-finaluni í einskulara hjá monnum í dag var tað aftur týski Oliver Zeidler, sum fór av stað við gullinum, og Sverri Sandberg Nielsen var næstur á mál. Teir báðir hava nú vunnið ávikavíst trý gull- og trý silvurheiðursmerki á ársins World Cup-stevnum.
Oliver Zeidler vann í dag sannførandi við tíðini 6.42.60, nærum átta sekund frammanfyri Sverra Sandberg Nielsen, sum varð næstur á mál við tíðini 6.50.09.
Á triðja plássi í dag var Thomas Mackintosh úr Nýsælandi. Hann hevði tíðina 6.51.63.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald