Kappróður

World Cup í Zagreb: Sverri Sandberg Nielsen vann silvur

Á middegi vann miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen silvur í A-finaluni í einskullara hjá monnum, sostatt er greitt, at hann skal umboða Danmark í EM í Slovenia síðst í hesum mánaðinum.

(Mynd: Balint Czucz/Landsholdet i roning)

(Mynd: Balint Czucz/Landsholdet i roning)

2023-05-07 14:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðst í hesum mánaðinum skal Sverri Sandberg Nielsen umboða Danmark í EM í rógving, sum verður í Slovenia.

Tað er greitt, eftir at hann gjørdist nummar tvey í A-finaluni í einskullara hjá monnum á World Cup-stevnuni í Zagreb á middegi í dag.

Tað var Oliver Zeidler úr Týsklandi, sum varð fyrstur á mál við tíðini 06.46.82. Síðani var tað Sverri við tíðini 06.49.40, og á 3. plássi endaði Nikolaj Pimenov úr Serbia við tíðini 06.54.48.

Sverri var ein av tveimum rógvarum, sum umboðaði Danmark í A-finaluni í dag. Hin var Bastian Secher, sum endaði á einum 5. plássi. Tað var frammanundan greitt, at tað var tann av teimum, sum kláraði seg best í hesari kappingini, sum skuldi umboða Danmark í EM.

Hetta var fyrstu ferð, at tveir mans umboða Danmark í A-finaluni í einskullara í opnum bólki hjá monnum, og hetta var eisini fyrsta altjóða kappingin hjá Sverra, síðan OL í Tokyo í 2021, har hann endaði á 4. plássi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder