Mánakvøldið gjørdist greitt, at Ernesto Valverde ikki slapp at halda fram sum venjari hjá Barcelona. Dagin eftir varð kunngjørt, at Quique Setien er nýggjur við róðrið á Camp Nou
Les meira: Valverde út - Setien inn
Xavi Hernandez, fyrrverandi stórleikari í felagnum, er nú venjari hjá Al Saad í Katar, har hann endaði sína yrkisleið sum leikari. Fyrrverandi miðvallarin hevur verið settur í samband við starvið, og á tíðindafundi í gjár váttaði 39-ára gamli katalanin, at hann hevði fingið bjóðað starvið í felagnum, sum hann umboðaði í 24 ár, men at hann valdi at takka nei hesuferð:
- Eg fekk eitt tilboð frá Barcelona; frá ítrottarstjóranum Eric Abidal og stjóranum Oscar Grau, men eg tók ikki av. Tað er ov tíðliga hjá mær at venja Barcelona. Tað ertó framhaldandi mín stóri dreymur fyri framtíðina, segði Xavi
Xavi lyfti eina rúgvu av steypum sum FC Barcelona-leikari (Mynd: EPA)
Hann sló eisini fast á tíðindafundinum í gjár, at hann elskaði tann nýggja venjaran í Barcelona, og at hann væntaði, at Setien fór at fáa viðgongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald