Fimm umdystir í 4. umfari í FA Cup vórðu leiktir í gjárkvøldi.
Mest fokus var á dystinum á Anfield, har Liverpool ikki hevði nakran av teimum vanligu leikarunum á fyrstaliðnum við. Tríggir av leikarunum høvdu tilsamans fýra dystir í Premier League, og miðal var 19 ár og 102 dagar - tann lægsti hjá einum Liverpool-liðið nakrantíð.
Neil Crithley stóð á odda á síðulinjuni - ikki Jurgen Klopp. Shrewsbury hevði strítt seg aftur í upprunaliga dystin fyri tíggju døgum síðani- Tá var 2-0 málið eittsjálvmál, ið ein fyrrverandi Manchester United-verjuleikari gjørdi. Í gjárkvøldið var tað miðvejrin Ro-Shaun Williams, ið hevur spælt í ungdómsdeildini hjá United, ið gjørdi eitt klossut sjálvmál eitt korter fyri tíð. Hetta sendi ungu Liverpool-leikararnar víðari til áttandapartsfinalurnar, har Chelsea verður mótstøðuliðið.
Í Oxford gjørdi eitt annað lið úr triðbestu deildini tað trupult fyri eitt Premier League-felag. Newcastle kom á odda 2-0,men Oxford skoraði tvær ferðir í 2. hálvleiki, og so varð longd leiktíð neyðug. Har avgjørdi innskifti Allan Saint-Maximin dystin fyri Newcaslte, ið eftir 210 minuttir endliga knógvaði Oxford.
Wayne Rooney skoraði eitt av málunum í Derby-sigrinum. Hann skal spæla ímóti sínum gamla felagið, Manchester United, í 5. umfari. Tað verður leikt í fyrstu vikuni í mars.
A Cup 4. umfar (umdystir)
Týsdagin 4. februar
Liverpool - Shrewsbury Town 1-0
Birmingham City - Coventry City 6-3 (eftir brotssparkskapping) 2-2 (eftir longda leiktíð) (1-1 eftir vanliga leiktíð)
Derby County - Northampton Town 4-2
Cardiff City – Reading 7-4 (eftir brotssparkskapping) 3-3 (eftir longda leiktíð) 2-2 (eftir vanliga leiktíð)
Oxford United - Newcastle 2-3 (eftir longda leiktíð) 2-2 (eftir vanliga leiktíð)
Í kvøld:
(19.45): Tottenham - Southampton
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald