Oyggjaleikir 2023

Yngsti føroyski luttakari vann gull á 1500 metrum

Svimjararnir fingu seks heiðursmerki í dag, eitt gull, tvey silvur og trý bronsu.

Bar vatnið fram leygardagin og vann gull á 1500 metrum í dag: Líggjas Joensen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bar vatnið fram leygardagin og vann gull á 1500 metrum í dag: Líggjas Joensen (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-10 23:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar gjørdu bart í 1500 metra svimjikappingini á oyggjaleikum í dag. Tað var yngsti føroyski luttakarin á leikunum, Líggjas Joensen, sum vann gull á teininum, sum plagdi at vera tann sterkasti hjá Pál Joensen.

Men Føroyar vunnu eisini silvur, tá Heini Mohr Askham kom næstur á mál. Tíðirnar hjá teimum vóru ávikavist 15:54,63 og 15:57,45.

Oyggjaleikametið á hesum teininum er 14:57,73, sum Pál Joensen vann við í 2015.

Svimjararnir vunnu seks heiðursmerki tilsamans henda fyrsta dagin við kapping í svimjingarhylinum.

Alisa Bech Vestergaard vann silvur í 200 metra frí við tíðini 2:04,29. Og hartil vóru trý bronsuheiðursmerki:

Bartal Erlingsson Eidesgaard í 100 metra bringusvimjing í tíðini 1:03,78, Isak Dag Brisenfeldt í 200 metra firvaldssvimjing í tíðini 2:03,70 og Eyðrið Mortensen í 400 metra blandað í tíðini 5:00,96.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder