Fótbóltur

Yngsti málskjútti í Champions League nakrantíð

17 ár og 40 dagar. Ansu Fati er eitt risatalent, og í gjár gjørdi hann um seg, tá hann varð skiftur inn í Milano. Hann tók eitt met, ið hevur staðið í 22 ár, og sum varð sett í Trondheim.

Ansu Fati verður fagnaður eftir góða 2-1 málið móti Inter í gjár (Mynd: EPA)

Ansu Fati verður fagnaður eftir góða 2-1 málið móti Inter í gjár (Mynd: EPA)

2019-12-11 10:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann er føddur í Guinea-Bissau, men familjan flutti úr Vesturafrika til Spania, tá Ansu var seks ára gamal. Sum 10 ára gamla kom hann á víðakenda La Masia-akademii í Barcelona, og tíðiliga í hesum kappingarárinum sló hann ígjøgnum í La Liga og skoraði tvey mál, meðan hann var 16-ára gamal.

Fyrsti dysturin í Champions League kom í Dortmund í september, og í gjárkvøldið kom so fyrsta málið. Ansu Fati varð skiftur inn fyri Carles Perez, sum í fyrra hálvleiki skoraði sítt fyrsta mál í kappingini, tá fimm minuttir restaðu í. Smáar tveir minuttir seinni móttók hann bóltin stutt uttan fyri brotsteigin hjá Inter, trekti eitt sindur á lítlum øki, spældi bandaspæl við insskifta Luis Suarez, og úr hálvmánanum smekkaði hann bóltin flatt niður ímóti longra málhorni. Bólturin fór umvegis stongina í málið, og so var søga skrivað.



Metið er 22-ára gamalt: 1. oktober skoraði Peter Ofori-Quaye einasta málið fyri Olympiakos í 5-1 tapinum fyri Rosenborg á Lerkendal leikvøllinum í Trondheim. Ghanabúgvin var tá 17 ár og 195 dagar. Mateo Kovacic og Cesc Fabregas eru næstir á listanum, men tað er Ansu Fati, ið helst hevur eina stóra framtíð í væntu í Barcelona, ið nú er tann yngsti Champions League málskjúttin nakrantíð.

Málið hjá Fati gjørdist dystaravgerandi. Barcelona vann 2-1, og Inter kom ikki víðari úr bólkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder