placeholder
Fótbóltur

Barcelona spilti spælið hjá Inter

Uttan Messi og aðrar stjørnur vann Barcelona í Milano, og harvið er Dortmund víðari saman við katalanska liðnum. Ajax er úti eftir tap á heimavølli fyri Valencia, meðan Chelsea greiddi sína skyldu í London.

Antonio Conte hevur ikki nógv góð úrslit á vísa á Champions League. Í kvøld megnaði hansara lið ikki at vinna á heimavølli móti Barcelona, ið einki hevði at spæla fyri (Mynd: EPA)

Antonio Conte hevur ikki nógv góð úrslit á vísa á Champions League. Í kvøld megnaði hansara lið ikki at vinna á heimavølli móti Barcelona, ið einki hevði at spæla fyri (Mynd: EPA)

2019-12-10 22:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Helmingurin av liðunum í áttandapartsfinalunum í ársins Champions League eru nú funnin. Nummar eitt og tvey úr hvørjum bólki eru komin víðari - trý'arnir fara yvir í Europa League.

Bólkur F:
Inter Milan - Barcelona 1-2 (1-1)
Dortmund - Slavia Prag 2-1

Dortmund greiddi sína skyldu á heimavølli, hóast Slavia Prag gav dygga mótsstøðu og eitt reytt kort til Weigl varð givið, tá eitt korter var eftir. Julien Brandt skoraði sigursmálið, tá ein tími var leiktur.

[object Object]
Málskjúttarnir hjá Dortmund í kvøld, Sancho og Brandt, hálvsfevnast (Mynd: EPA)

Ter Stegen, Alba, Pique, Busquets, Arthur og so heimsins besti leikari, Lionel Messi. Millum annað hesir leikararnir vóru ikki á vøllinum fyri á Guiseppe Meazza í kvøld, har Inter hevði fleiri vandamiklar málmøguleikar. Barcelona kom tó á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki. Romelu Lukaku javnaði beint fyri steðgin, og heimaliðið royndi at trýsta í 2. hálvleiki, har serliga Lautaro Martinez var vandamikil. Argentinski áleyparin fekk tvey mál kolldømd fyri rangstøðu, og Inter manglaði tí seinastu góðskuna í kvøld. Ístaðin gjørdist 17-ára gamli Ansu Fati yngsti málskjúttin í Champions League-søguni, tá hann legði Barcelona á odda fimm minuttir fyri tíð. Barca ósigrað, og Inter, oddaliðið í Serie A, í Europa League annað árið á rað.

[object Object]
Martinez og hinir Inter-leikararnir kundu irða seg í kvøld (Mynd: EPA)

[object Object]
Stjørnuskotið Fati verður heiðrað (Mynd: EPA)

Endaliga Støðan:
Barcelona 14
Dortmund 10
Inter 7
Slavia Prag 2

Bólkur G:
Benfica - Zenit 3-0 (0-0)
Lyon - RB Leipzig 2-2 (0-2)

Í sera tætta bólkinum var tað Lyon, ið dró longsta stráðið um 2. plássið. Leipzig, ið var víðari undan dystinum, var annars á odda 2-0, men heimaliðið stríddi seg innaftur í dystinum. Í Lissabon komu øll málini í 2. hálvleiki, har Zenit tíðliga fekk ein leikara útvístan. Harvið skal portugisiska liðið spæla í Europa League eftir jól.

[object Object]
Málið hjá Memphis Depay gjørdist avgerandi fyri Lyon í kvøld (Mynd: EPA)

Endaliga Støðan: 
RB Leipzig 11
Lyon 8
Benfica 7
Zenit 7

Bólkur H:
Ajax - Valencia 0-1 (0-1)
Chelsea - Lille 2-1 (2-0)

Í fjør loypti Ajax hvøkk á øll og spældi seg í hálvfinaluna. Har restaðu bert tveir minuttir í, tá Tottenham knústi hjørtini á Ajax í Amsterdam. Í kvøld var eisini stórt vónbrot í niðurlendska høvuðsstaðnum, tí Rodrigo skoraði einsamalla málið í dystinum, og tá liðið hjá Lampard samstundis vann á Lille í London, vóru tað Valencia og Chelsea, ið spældu seg víðari til áttandapartsfinaluna. Ajax skal spæla Europa League-fótbólt. 

Valencia 11
Chelsea 11
Ajax 10
Lille 1


Bólkur E - avgjørdur fyrr í kvøld:


Napoli - Genk 4-0 (3-0)
Salzburg - Liverpool 0-2 (0-0)

Endaliga støðan: 
Liverpool 13
Napoli 12
Red Bull Salzburg 7
Genk 1

Les meira Liverpool gjørdi sítt í Eysturríki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder