Fótbóltur

Ynys Mon og Manoy vunnu oyggjaleikirnar í fótbólti

Skipað hevur verið fyri serligum oyggjaleikum í fótbólti, nú fótbóltur ikki er við á Gibraltar. Ynys Mon vann kappingina fyri menn - Manoy fyri kvinnur.

2019-06-24 10:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað gjørdist vertsoyggin, Ynys Mon, eisini rópt Anglesey, sum vann oyggjaleikakappingina í fótbólti, sum hevur verið hesa seinastu vikuna.

Tá tað gjørdist greitt, at fótbóltur ikki fór at vera við á oyggjaleikunum í Gibraltar í 2019, varð gjørt av at halda eina serliga oyggjaleikakapping á walisisku oynni Ynys Mon.

Og tað gjørdust vertirnir, sum vunnu kappingina. Finalan varð spæld fríggjadagin, og Ynys Mon vann 2-1 á Guernsey.

Hjá kvinnunum kom Ynis Mon eisini í finaluna. Men her tapti vertstjóðin við sama úrsliti, 2-1 móti Manoy.

10 oyggjalond vóru við í kappingini hjá monnum. Manoy vann bronsu við at finna bronsufinaluna 5-0 móti Hetlandi.

Síðan komu oyggjarnar í hesi raðfylgju: Jersey, Hitra, Alderney, Orknoyggjar, Suðuroyggjar og Skt. Helena.

Hjá kvinnunum vóru seks oyggjar við. Raðfylgjan gjørdist Manoy, Ynys Mon, Jersey, Hitra, Suðuroyggjar og Gibraltar.

Føroyar luttóku á oyggjaleikunum við manlandsliðið á heimavølli í 1989 og aftur í 1991 í Álandi, og vunnu báðar ferðir. Síðan hava vit ikki luttikið við manslandsliði.

Føroyska kvinnulandsliðið hevur verið við á oyggjaleikum tríggjar ferðir og eisini vunnið hvørja ferð, í 2001 á Manoy, í 2003 á Guernsey og í 2005 í Hetlandi.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder