Tað at føroyskar dómaratrio'ir ella kvartettir døma uttanlands er ikki óvanligt - og gerst eisini meira og meira vanligt - men at ein føroyingur skorar í einum slíkum dysti er nakað nýtt.
Hetta hendi seinnapartin í dag, tá U19-liðið hjá FC Midtjylland tók ímóti Trabzonspor í seinna dystinum í seinna umfarið í UEFA Youth League. FCM vann 5-2 í Turkalandi í fyrra dystinum, og í dag skoraði liðið aftur fimm ferðir.
Tað síðsta málið, tá eitt korter var eftir, átti Heini Fossdalsá Sørensen fótin á. 17-ára gamli føroyingurin var komin á vøllin sjey minuttir frammanundan, og eftir at heimaliðið spældi seg ígjøgnum í vinstru kom bólturin hart yvirum til aftaru stong, har Heini var komin uppá pláss og var púra fríur.
Málið sæst omanfyri - sjónband: Heini Ziskason Viðoy
Heini Sørensen er í yngra árganginum í U19. Hoyvíkingurin er tekniskt gávaður og hart arbeiðandi miðvallari. Tað er óvist, hvøjum liði hann og liðfelagirnir í Midtjyllandi skulu hitta í næsta umfari í evropeisku kappingini.
Alex Troleis, Jón Marni Johannesen og Jógvan Breckmann dømdu dystin í Ikast - Alex innanfyri strikurnar og Jón Marni og Jógvan sum hjálpardómararnar. Trý gul kort vórðu givin - øll til leikarar hjá Trabzonspor.
Alex Troleis hevur ymsar altjóða uppgávur (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald