Á fyrsta sinni er eitt føroyskt ungdómslið í UEFA Youth League. HB spældi fyrra dystin móti FC Progrés Niederkorn á Tórsvølli fyri tveimum vikum síðani, og hóast fleiri góðar møguleikar til heimaliðið, so vann útiliðið 2-1.
Sí eisini: U19-dreingirnir hjá HB taptu 2-1 móti FC Progres
Í samrøðu við síðuna hjá Havnar Bóltfelag vísir venjarin Oddur Olsen á, at Progrés Niederkorn ikki vísti seg sum eitt betri lið enn HB í fyrra dystinum, og at um man ger sítt, so er ein góður møguleiki í kvøld.
Liðformaðurin Rúni Kjærbo sigur, at tað er nakað serligt at spæla hesar dystirnar, og at teir sjálvandi fara eftir at vinna seinna dystin.
HB-hópurin kom í góðari tíð til Luksemborg og hevur fyrireikað seg væl har síðani.
Venjari og spælari á gistignarhúsinum - nóg mikið av góðum mati og taktiskar fyrireikingar eru neyðugar (Myndir: Havnar Bóltfelag/Rói Sørensen)
Vinnur HB við einum máli í kvøld er neyðugt við longdari leiktíð. Lagt er upp til spennandi dyst í Differdange. Fyrsta bríksl er klokkan 18, og kann uppgerðin stroymast HER.
UEFA Youth League 1. umfar, seinni dysturin
02.10, Differdange (Luksemborg)
18.00: FC Progrés Niederkorn - HB (2-1)
Stroyming: HER
Til ber eisini at fylgja við á uefa.com
Talan er um lið við spælarum í U19-aldri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald