Fótbóltur

Youth League: HB skal royna seg móti Flora Tallinn - vinnarin møtir Chelsea

Víkingur vann seg víðari í fjør móti estiskari mótstøðu. 16. september spæla U18-dreingirnir hjá HB í høvuðsstaðnum í Estlandi - seinni dysturin verður í Havn 14. oktober.

2026-09-02 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri triðju ferð hava Føroyar eitt lið í 1. umfari í Youth League. Talan er um eitt slag av Champions League fyri ungdómslið. 

Meistarar í U19 ella U18-deildum eru við, og av tí at HB vann FM í hesum árgangunum í fjør, skal U18-liðið hjá felagnum spæla í Evropa í næstum.

Lutakast hevur verið í Nyon í dag, og úr pottinum kom FC Flora Tallinn.

Havnar Bóltfelag skrivar á Facebook-síðu sínari, at fyrri dysturin verður í estiska høvuðsstaðnum um tvær vikur: Mikudagin 16. september. HB hevur heimadyst í seinna dystinum, ið er á skránni 14. oktober - mest sannlíkt á Tórsvølli.

Eitt, sum er ógvuliga spennandi við uppgerðini, er, at vinnarin í 1.umfari skal spæla móti Chelsea í 2. umfari. Harvið kann eitt enskt stórfelag enda í Føroyum í heyst.

HB var við í Youth League í 2024, har Progres Niederkorn úr Luksemborg var omaná. Í fjør vann Víkingur seg víðari í 1. umfari eftir greiðan heimasigur. Hetta móti estiskari mótstøðu, Narva Trans. 

Skjótt skal HB spæla móti ungdómsmeistarunum úr Estlandi. Hóast talan er um U18-lið hjá føroyingum, hava spælarar sum eru ein árgang eldri, loyvi at vera við. Hetta tí at Youth League er ein kapping fyri U19-spælarar (føddir í 2007 ella seinni)

[object Object]

[object Object]
Víkingur tapti fyrra dystin, sum var í Estlandi, men vann síðani 4-1 á Tórsvølli á Narva Trans. Síðani varð belgiska Genk ein ov stórur biti (Mynd: Sverri Egholm) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder