Fótbóltur

Youth League: HB skal spæla móti liði úr Luksemborg

Fyrstu føroysku dystirnir í fremstu ungdómskappingini hjá UEFA vera móti FC Progres Niederkorn. HB spælir fyrst á heimavølli - mikudagin 18. september.

Um HB kemur víðari, so er danska FC Midtjylland á skránni. Her síggjast U17-dreingirnir hjá HB í fjør eftir sigurin í steypafinaluna (Mynd: hb.fo)

Um HB kemur víðari, so er danska FC Midtjylland á skránni. Her síggjast U17-dreingirnir hjá HB í fjør eftir sigurin í steypafinaluna (Mynd: hb.fo)

2024-09-03 13:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder
HB vann í 2023 greipuna hjá U17 dreingjum. Ikki fyrstu ferð at HB vinnur gull í hesum aldursbólkinum, men føroyameistaraheitið í fjør var sertakt, tí at tað gav atgongd til UEFA Youth League.

Føroyar verða í 2024 umboðaðar fyri fyrstu ferð í fremstu ungdómskappingini hjá UEFA. UEFA Youth League er fyri U19-lið, og fyri Føroyar luttekur felagið, sum er føroyameistari í tí tættasta aldursbólkinum: U17.

Tað verður tískil eitt heldur øðrvísi lið enn núverandi U17-lið hjá HB, sum á Tórsvølli 18. september og í Luksemborg 2. oktober skal royna at spæla seg víðari. Tað verður "HB U-19".

Lutakastið í Nyon í dag háttaði seg soleiðis, at HB skal spæla móti FC Progres Niederkorn í fyrsta umfari av UEFA Youth League.

Samanlagdi vinnarin fer víðari og skal spæla móti FC Midtjylland í 2. umfari - eitt felag sum HB hevur sent nógvar ungar spælarar til seinastu tíggju árini ella so.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder