Fótbóltur

Youth League: Víkingur skal spæla móti Genk í næsta umfari

U19-menninir hjá Víkingi fáa belgiska liðið á vitjan 22. oktober og spæla útidystin 4. november. Víkingur spældi seg víðari í evropeisku kappingini við 4-1 sigri í gjár.

Víkingarnir vóru omaná á Tórsvølli og sendu Narva Trans út (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingarnir vóru omaná á Tórsvølli og sendu Narva Trans út (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-02 12:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið skrivaði Víkingur føroyska fótbóltssøgu við at spæla seg víðari í Youth League.

Hetta er annað árið, at føroyskt felag er við í ungdómsútgávuni av Champions League. HB var við í 1. umfari í fjør.

Víkingur tapti fyrra dystin, sum var í Estlandi, men munurin var bara eitt mál undan seinna dystinum í gjár.

[object Object]
Nógv var at fegnast um hjá teimum ljósabláu á Tórsvølli í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Á Tórsvølli vóru U19-menninir hjá Víkingi greitt omaná, og tíggju minuttir eftir steðgin var 3-0. Munurin við dystarenda var eisini trý mál.

Harvið fer liðið úr Eysturkommunu víðari í stóru kappingini. Næsta uppgávu verður eisini væl størri: Belgiska Genk.

Fremsta lið felagsins er í løtuni í bólkaspælinum í Europa League. Felagið hevur havt spælarar sum Kevin De Bruyne, Thibaut Courtois, Leandro Trossard og Christian Benteke gjøgnum ungdómsdeildirna. 

Mansliðið hjá Víkingi spældi ímóti belgiska Gent í Conference League í fjør og tapti samanlagt 7-1. Skjótt skulu ungu menninir hjá Víkingi spæla tveir dystir móti belgiskari mótstøðu.

1. umfar í UEFA Youth League - seinni dysturin
Á Tórsvølli, mikudagin 1. oktober
Víkingur - Narva Trans 4-1 (1-0)  - samanlagt 4-2
34' Dávid á Líðarenda 1-0
51' Arnór Brandsson 2-0
55' Jacob Bacalso 3-0
74' Nikita Baljabkin 3-1
82' Bogi á Reynatrøð 4-1

Sí myndir frá flotta føroyska sigrinum í gjár

Sí eisini: Arnór Brandsson: - Stórt upplivilsi at spæla altjóða fótbólt á Tórsvølli

2. umfar:
Mikudagin 22. oktober á Tórsvølli
Víkingur - KRC Genk (Belgia)

Mikudagin 4. november í Genk
KRC Genk - Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder