Fótbóltur

Yvir helmingurin er farin

Fótbóltssamband Føroya boðaði í gjárkvøldið frá, at higartil eru eini 2.600 argongumerki seld til dystin móti Kekkia leygarkvøldið. Pláss er fyri umleið 5.000 á Tórsvølli.

Sum nú er, verða rímiliga nógv tóm setur á Tórsvølli leygarkvøldið, har huglagið annars ofta er gott (Mynd: Sverri Egholm)

Sum nú er, verða rímiliga nógv tóm setur á Tórsvølli leygarkvøldið, har huglagið annars ofta er gott (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-14 08:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltssamband Føroya boðaði í gjárkvøldið frá, at atgongumerkjasølan til komandi dystir hevur gingið væl. Tá greinini vóru umleið 2.600 atgongumerki seld til EM-undankappingardystin móti Kekkia leygarkvøldið - eini 1.800 atgongumerki eru farin til dystin móti Albania týskvøldið.

Hetta merkir tó, at tað er gott pláss á Tórsvølli, sum nú er. Eftir útbyggingina er pláss fyri umleið 5.000 áskoðarum - við øllum.

Føroyar hava fingið góð úrslit á heimavølli seinastu árini, og undir Håkani Ericson og toymi er tað bert í 0-4 tapinum fyri Ísrael í september 2021, at okkara ikki "ordliga hava verið við í dystinum".

Sí eisini: Jóannes Bjartalíð: - Tað er fantastiskt at vera aftur

Skansin og fjøldin hava sum heild verið ein stórur partur av, at tað er trupult at koma til Tórsvøll og gott hjá føroyska liðnum at spæla har. Sum nú er, sær veðurforsøgnin til leygarkvøldið eisini heilt góð út.

Til ber at keypa atgongumerki til dystin/dystirnar í Nethandlinum hjá FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder