Tórshavn Boksing er eitt lutfalsliga ungt felag í Havn, men hóast ikki nógv ár á baki, so megnar felagið longu nú at skipa fyri stórum tiltøkum.
Talan er um Føroya fyrsta Fight Night-boksitiltak, sum verður hildið í Stórhøllini á Hálsi nú leygardagin. Ikki færri enn 16 amatørboksidystir vera í vektflokkunum frá 40 til 100+ kilo.
Hóast Tórshavn Boksing hevur havt stóra framgongd í limatalinum síðani byrjanina fyri góðum trimum árum síðani, so eru enn ikki so nógvir boksarar, sum eru klárir til at luttaka í dysti á tí støði, sum verður í ítróttarhøllini leygardagin.
Men tó – tveir føroyskir boksarar vera við á Faroe Fight Night. Tað eru Bjartur Nielsen í flokkinum 75 kilo og Benjamin Baadsager í flokkinum 81 kilo.
Annars koma ikki færri enn 110 útlendskir gestir frá 20 donskum boksifeløgum við til stevnuna. Talan er um bæði boksarar, dómarar, dystarleiðarar og professionellar boksarar.
Ein av teimum professionellu er IBF junior heimsmeistarin Oliver Meng, sum saman við professionella Oliver Møllenberg skal standa fyri heiðursmerkjahandanini.
Serligur gestur er eisini fyrrverandi evropa- og heimsmeistarin Jimmi Bredahl, sum kemur fyri at halda fyrilestur á einum serligum tiltaki, sum verður í venjingarhølunum hjá boksifelagnum í hallarkjallaranum fríggjakvøldið. Jimmi Bredahl, ið júst er limaður inn í Hall of Fame hjá ”Dansk Professionel Boksning”, fer at halda fyrilesturin ”Fra rod til verdensmester”.
Á tiltakinum fara núverandi prof. boksararnir Oliver Meng og Oliver Møllenberg eisini at sýna fram nøkur dømi um tekniska boksivenjing.
Jimmi Bredahl
Oliver Meng
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald