Fótbóltur

Yvirlit: Avgerðin nærkast

City nærkast meistaraheitinum, Mancehster United og Arsenal hava so at siga blaka topp-fýra møguleikan burtur, og Cardiff er í stórum trupulleikum.

Chelsea liggur væl fyri til Champions League-pláss, meðan tað sær ógvuliga avbjóðandi út hjá United
(Mynd: EPA)

Chelsea liggur væl fyri til Champions League-pláss, meðan tað sær ógvuliga avbjóðandi út hjá United (Mynd: EPA)

2019-04-28 21:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir dystirnar í vikuskiftinum skulu øll 20 liðini bert tvær ferðir afturat í eldin í Premier League. Tað er við at koma hartil, at brikkarnir av álvara fella uppá pláss.

Huddersfield og Fulham eru fyri einari tíð síðani flutt niður. Eftir úrslitini í vikuskiftinum er greitt, at Southampton er tryggjað, og at Cardiff skal vinna báðar sínar dystir, samstundis sum Brighton ikki kann fáa meira enn eitt stig. 

Heilt frammi í oddinum heldur Manchester City fram við at vinna. Í dag kravdi tað  hart arbeiði á Turf Moor, har Burnley stríddist sera vælimóti City-yvirvágini. Men málið hjá Sergio Aguero, stutt eftir at ein tími varð leiktur, tryggjaði Manchester City 12. sigurin á rað í Premier League og trý stig afturat ímóti meistaraheitinum. Hetta var eitt aftursvar til Liverpool, ið sum væntað vann uttan trupulleikar á Huddersfield fríggjakvøldið og legði seg á odda. Hetta var helst størsti snávingarsteinurin hjá liðnum hjá Guardiola, men einki er avgjørt enn.

 

[object Object]
(City-leikarar fegnast eftir málið Aguero - Mynd: EPA)

Í topp-fýra stríðnum sær tað gott út hjá Tottenham og Chelsea. Tottenham lat fyrsta málið inn og tapti sín fyrsta dyst á nýggja leikvøllinum í London-uppgerð í gjár, men grannarnir Arsenal vórðu eyðmýktur í dag og tapti triðja dystin á rað. Arsenal hevur av álvara blakað sína góðu støðu burtur.

Seinni í dag javnaðu United og Chelsea. Juan Mata legði annars heimaliðið á odda, men skjóta málið hjá føðingardagsbarninum og fyrrverandi Chelsea-leikaranum var ikki tað einasta, ið ein spanióli skoraði á Old Trafford í dag. Marcos Alonso javnaði stutt fyri hálvleik, tá spanski málverjin hjá United á onkran hátt ikki helt langskotið. David De Gea er í ringum formi fyri tíðina, og í dag kostaði tað týdningarmikil stig. Tað hendi ikki nógv afturat í dystunum, og United røkkir helst ikki Champions League, meðan Arsenal hevur ein rímiligan møguleika, um Chelsea snávar.   

36. umfar: 

Í dag (28/6):
Leicester - Arsenal 3-0
Burnley - Manchester City 0-1
Manchester United 1-1

Í gjár (27/4):
Tottenham - West Ham 0-1
Crystal Palace - Everton 0-0
Southampton - Bournemouth 3-3
Watford - Wolves 1-2
Fulham - Cardiff 1-0 
Brigton - Newcastle 1-1

Fríggjakvøldið (26/4):

Liverpool - Huddersfield 5-0

Støðan: 
1. Manchester City (92 stig)
2. Liverpool (91 stig)
3. Tottenham (70 stig)
4. Chelsea (68 stig)
5. Arsenal (66 stig)
6. Manchester United (65 stig)
7. Wolves (54 stig)
8. Leicester (51 stig)
9. Everton (50 stig)
10. Watford (50 stig)
11. West Ham (46 stig)
12. Crystal Palace (43 stig)
13. Newcastle (42 stig)
14. Bournemouth (42 stig)
15. Burnely (40 stig)
16. Southampton (38 stig)
17. Brighton (35 stig)
18. Cardiff (31 stig)
19. Fulham (26 stig)
20. Huddersfield (14 stig) 

  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder