Fótbóltur

Yvirlit: Hesi liðini kunnu Føroyar draga í morgin

Ísland er á pappírinum sterkasta landið í Nations League deild C. Føroyar eru í triðja styrkisbólki av teimum fýra - lutakastið til dystirnar í heyst verður í morgin, hósdagin klokkan 17.

Føroyar spældu javnt móti Armenia á heimavølli í seinastu Nations League-kapping - í útidystinum megnaðu Føroyar at vinna (Mynd: Andrei Vladut Antal)

Føroyar spældu javnt móti Armenia á heimavølli í seinastu Nations League-kapping - í útidystinum megnaðu Føroyar at vinna (Mynd: Andrei Vladut Antal)

2026-02-11 13:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í september, oktober og í november skal føroyska manslandsliðið í fótbólti spæla samanlagt seks dystir í Nations League 2026-2027. 

Har skulu Føroyar byggja á flottu gongdina frá í fjør, har met vórðu sett í hópatali í HM-undankappingini: Flest stig, flest skotin mál, fæst mál ígøgnum, besta málmun nakrantíð í undankapping o.s.fr.

Føroyar megnaðu at halda sær í Deild C í 2024 og vóru í roynd og veru ikki so langt frá play-off plássi um uppflyting - í 2022 var tað heldur ikki so langt burturi.

Málið í ár er bjóða av: Vit skulu seta høg mál og dugi ikki at síggja, at har eru nkur lið, sum vit ikki kunnu vinna á, segði Jóan Símun Edmundsson við FM1 og Portalin herfyri.

Sum sæst í okkara yvirliti, so eru á pappírinum góðir møguleikar - eisini millum liðini í teimum báðum styrkisbólkunum omanfyri Føroyar.

Lutakastið verður í morgin, hósdagin klokkan 17, føroyska tíð. Niðanfyri sæst, hvørji lond Føroyar kunnu draga. Talan verður um fýra lond í hvørjum bólki.

Nations League Deild C

Føroyar draga eitt lið úr hesum styrkisbólkinum:
Pottur 1: Ísland, Albania, Montenegro Kasakstan

Eitt annað úr tí næststerkasta:
Pottur 2: Finnland, Slovakia, Bulgaria og Armenia 

Og eitt triðja og seinasta hiðani:
Pottur 4: Moldova, San Marino, Lettland/Gibraltar og Luksemborg/Malta

Føroyar eru í styrkisbólki trý við Belarus (Hvítarusslandu), Kýpros og Estlandi. Harvið kunnu føroyingar ikki enda við at spæla móti nøkrum av hesum í Nations League

Sí eisini: Petur Knudsen ynskir sær Ísland, Bulgaria og San Marino

Til ber at fylgja lutakastinum í stroyming á heimasíðuni hjá UEFA - og í beinleiðis bloggi á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder