Fult umfar hevur verið í Okkara-deildini vikuskiftinum, eftir at steypakappingin var av seinasta seinasta vikuskifti.
Í Kollafirði var sera javnt, men við tveimum teimum seinastu málum avgjørdi KÍF dystin og fekk harvið tvey sera týdningarmikil stig í stríðnum um hálvfinaluplássini.
Hetta stríðið er sera tætt; VÍF og StÍF greiddu í gjár sína skyldu - VÍF vanan sera greitt í Klaksvík, og kyndilsmenn megnaðu ikk iat fylgja við StÍF.
Okkara-deildin:
23.02
KÍF - Neistin 22-21 (10-9)
Toppskjúttar: Niklas Slevig 8 mál, Dánjal Ragnarsson 6 mál
StÍF - Kyndil 27-24 (14-9)
Toppskjúttar: Martin Danielsen 7 mál, Anders Risdal 8 mál
Team Klaksvík - VÍF 17-30 (7-14)
Toppskjúttar: Jóhan í Garðastovu 11 mál
1. H71 22 stig *
2. VÍF 18 stig
3. StÍF 17 stig
4. Neistin 16 stig
5. KÍF 15 stig
6. Kyndil 8 stig *
7. Team Klaksvík 0 stig
*Ein dyst færri - 13 í mun til 14
Hondbóltur
Yvirlit: Okkara-deildin í gongd aftur
KÍF vann lykladyst móti Neistanum.
Tað var bert eitt mál, ið skilti partarnar í Kollafirði (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
2020-02-24 08:56
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald