Fótbóltur

Yvirlit: Soleiðis spæla føroysku liðini seinnu dystirnar í 1. umfari

KÍ spælir í Champions League mikukvøldið, stutt fyri Ongland-Argentina, meðan Víkingur og NSÍ aftur spæla hóskvøld. Tað sær serliga út til at verða heitt og slavið á Malta, har NSÍ skal vinna.

Beinir Nolsøe og liðfelagarnir skulu vinna á Malta, har hitastigini helst vera beint yvir 30 um dystarbyrjan hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)

Beinir Nolsøe og liðfelagarnir skulu vinna á Malta, har hitastigini helst vera beint yvir 30 um dystarbyrjan hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-13 11:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Onnur evropeiska vikan hjá føroysku feløgunum í 2026 er her.

Eftir fyrru dystirnar í 1. umfari hjá KÍ, NSÍ og Víkingi liggur tað til, at eitt ella kanska einki lið kemur víðari.

Hetta vísa úrslitini, og tað er eisini metingin hjá Jákupi Ósa, ítróttarskrivara á bolt.fo og Norðlýsinum. Hann fylgir ógvuliga væl við í evropeisku kappingunum og heldur millum annað, at dystarskráin hjá liðunum sum eru í Evropa hevur verið og trong upp til fyrstu dystirnar.

Í Fótbóltsskýlinum fríggjadagin komu vit inn á rákið við, at KÍ, Víkingur og NSÍ øll høvdu minni tamarhald á, sum tað leið út á dystirnar í síðstu viku

Sí eisini: - Vit í Føroyum hava pøst liðini alt ov nógv undan evropeisku dystunum

Tikið varð saman um alt her: Føroysku feløgini mistu tamarhald á dystunum

Hetta merkir tó als ikki, at møguleikarnir ikki liggja har í hesi vikuni. KÍ hevur eina leiðslu við til Luksemborg, javnt er hjá NSÍ sum kann vinna seg víðari móti liði av Malta, sum ikki er í dystarvenjing, og Víkingur spælir nú í kendari umstøðum og hevur prógvað ferð eftir ferð í seinastuni, at liðið kann skapa málmøguleikar og skora fleiri mál í flest øllum dystum.

KÍ spælir mikukvøldið - NSÍ og Víkingur hóskvøldið.

Champions League 1. umfar - seinni dysturin
Mikudagin 15. juli í Luksemborg býi
19.15: FC Atert Bissen - KÍ (1-2)

Conference League 1. umfar - seinnu dystirnir

Hósdagin 16. juli við Djúpumýru
18.00: Víkingur - Stjarnan (Ísland) (1-3) 
FM1 sigur frá

Hósdagin 16. juli á Centenary Stadium, Ta Qali
18.30: Hamrun Spartans - NSÍ (1-1)

Sí eisini: Viljormur Davidsen: - Nú noyðast vit bara at vinna á Malta

Allir dystirnir kunnu stroymast 

Um hugt verður eftir hita og luftvætu, sær tað heldur tungt út hjá KÍ og NSÍ:

Um tey 30 hitastigini í Luksemborg býi mikukvøldið, men tað er eftir klokkan 20 lokala tíð, at dysturin byrjar, og tá er luftvætan ikki ógvusliga høg - í 40'unum ella 50'unum.

Tað verður kanska upp ímóti 33-34 hitastigum við Ta Qali á Malta. Á veðurtænastunum, har vit hava hugt, sær luftvætan út til at liggja rímiliga høgt í oyggjalandinum - so slavin luft hjá NSÍ'arunum sum skulu vinna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder