Fótbóltur

Ziyech fyrsta keypið hjá Frank Lampard

Álopskendi miðvallarin skiftir úr Ajax fyri 33 milliónir pund í summar.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-02-14 17:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Champions League í fjør var hann ein av teimum leikarunum, ið av álvara gjørdi vart við seg. Ajak tók øll av bóli og sló Real Madrid og Juventus út. Bert eitt mál hjá Lucas Moura í yvirtíðini í seinnu hálvfinaluni í Amsterdam forðaði hollendska liðnum í at koma í finaluna.

26-ára gamli Hakim Ziyech var ein umráðandi partur í góðu úrslitunum hjá Ajax. Álopskendi miðvallarin úr Marokko við framúr góðu teknisku førleikunum og góða spælskilinum er tann leikarin bestu deildini í Hollandi, sum seinastu tvey árini millum annað  hevur flest skaptar møguleikar, gjøgnumført flest driblingar og havt flest upplegg. Í ár hevur Ziyech skorað 8 mál og lagt upp til heili 21 mál. Nú er greitt, at hann í summar skiftir til enskan fótbólt.

[object Object]
Ziyech (í miðjuni) eftir eitt Ajax-mál á Stamford Bridge í heyst (Mynd: EPA)

Chelsea, ið var eftir Ajax-leikaranum í januar, kunngjørdi í gjár, at hann komandi kappingarár fer at spæla í bláum. Keypsprísurin er í fyrstu syftu 33,3 milliónir pund, beint undir 300 milliónir krónur. Hann kann fara 20 milliónir krónur upp í virði.

Hetta er fyrsta keypið við Frank Lampard sum venjara. Chelsea hevði UEFA-bann til at keypa leikarar seinasta summar. Chelsea er á fjórða plássi í Premier League og skal spæla í áttandapartsfinaluni í Champions League móti Bayern München í næstum Chelsea var í bólki saman við Ajax í heyst. Skjótt fyrrverandi liðið hjá Ziyech skal spæla í Europa League í vár.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder